Lýsing
Lýsing
Lýsing

“Eg ásanni ...”

SKRIVAÐ: Ólavur Waag Høgnesen  |  04.10.2021 - 11:18 Lesarabrøv Politikkur

Í stevnu Tjóðveldis frá 1948 stendur, at “teir [!], sum røkja størv í umboði fólksins, skulu í øllum lutum standa fólkinum til svars fyri gerðir sínar í hesum størvum”. Í hesi orðing verður hugsað um bæði landsstýrisfólk og embætisfólk.

Tað var sostatt heilt í tráð við stevnu floksins, tá ið formaður Tjóðveldis, Høgni Hoydal, herfyri skeyt upp, at ein kanningarstjóri verður settur at kanna fiskivinnu­fyri­sitinginga árini frá 2012 og til dags dato.

Tá ið Høgni Hoydal á sinni avlýsti fólkaatkvøðuna um føroyskt full­veldi, tá segði hann, at hann heldur vildi ofra sín egna persón ella var tað eftirmæli, enn at missa málið úr eygsjón. Hesi orð Høgna komu mær til hugs, nú hann skeyt upp at kanna fiskivinnufyrisiting­ina frá 2012 og frameftir.

Um kanningin ikki hevði tikið við fyrrenn í 2012, so hevði verið ómøguligt at rokkið enda­mál­inum við einari kanning!

Tí longu fyrsta árið við nýggju uppisjóvarrættindunum – í 2010 – var fyrisitingin meira enn iva­som úr rættarligum sjónarhorni. Verri gjørdist støðan í 2011, sum endaliga legði lunnarnar undir óheimilaðu fyrisitingina.

Pol­itiska grundarlagið var langtíðarsemjan millum Sambands­flokkin, Javnaðarflokkin og Tjóð­veldi.

Tá varð farið undir ta praksis, at landsstýrismaðurin skrivaði út nýggju rættindi í kunn­gerð. Víst varð til § 9 í lógini um vinnuligan fiskiskap, og Fiskimálaráðið hevur í fleiri skjølum greitt frá sínari uppfatan av hesari ásetingini.

Sambært Fiskimála­ráð­n­­um, so gav § 9 landsstýrismanninum fulla heimild til at avgera, hvør skuldi hava, hvussu nógv og við hvørjum treytum. Við øðrum orðum: Landsstýrismaðurin hevði heimild at at gera, sum hann helt vera rættast.

Tann praksis, sum kom í lag við langtíðarsemjuni í 2011, helt fram øll árini, meðan lógin var í gildi. Úrslitið kenna vit: Nøkur reiðarí fingu dastið av rættindunum, meðan onnur vórðu hild­in burtur.

Ein kanningarstjóri fer ikki at brúka nógva tíð uppá at staðfesta, at fyrisitingin hevur verið óheim­ilað. Tí so mikið er vist: § 9 í lógini um vinnuligan fiskiskap hevði einki – avgjørt einki – við útlutan av rættindum at gera! Og tað helt Fiskimálaráðið sjálvt so seint sum á heysti í 2010!!

Áhugaverdi spurningurin at kanna verður: Hvussu kom tað í lag, at Fiskimálaráðið fór frá at staðfesta, at § 9 snúði seg um meskavídd, veiðufráboðan, friðing av økjum, fyri síðani at koma til ta niðurstøðu, at hetta var akkurát tann rætta heimildin at luta út nýggj rættindi – og at paragraffin gav landsstýrismanninum fríar hendur ...?

Tíbetur hevur Høgni Hoydal nú tikið undir við, at ein møguligur kanningarstjóri skal fara aftur til 2010. Um so verður, so er ein avgerandi fortreyt fyri at røkka endamálinum við kanningini til staðar.

Og ikki bara tað: At kanna 2010 og serliga 2011 (serliga 2011, tí tað gjørdist leisturin árini eftir) – tað verður tann mest grundleggjandi parturin av kanningini hjá einum kanningar­stjóra. Tað er beinagrindin. Restin verður at snúgva seg um meira ítøkilig fyrisitingarviður­skifti innan hendan leistin.

Eingin flokkur kann siga seg undan av hava havt lut í, at tað gekk sum tað gjørdi. Formaðurin í Tjóðveldi hevði tí lagt afturat sínum eftirmæli heldur enn skatt tað, um hann stóð fram og segði:

“Eg ásanni, at eg og Tjóðveldi áttu ein avgerandi lut í, at nýggju uppisjóvarrættindini end­aðu á so fáum hondum ... ikki minst tí vilja vit hava, at ein kanningarstjóri verður settur at venda hvørjum steini í hesum máli”.

Tað hevði verið eitt bjart signal at sent øllum tí politiska umhvørvinum og almenninginum, nú tingið – vónandi – skal gera av, um ein kanningarstjóri skal setast.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…