Lýsing
Lýsing
Lýsing

Javnaðarflokkurin vil stytta arbeiðsvikuna

SKRIVAÐ: Javnaðarflokkurin  |  05.10.2021 - 17:22 Politikkur Tíðindaskriv

Seinni í vikuni fer Javnaðarflokkurin at leggja fram uppskot um stigvíst at stytta lógarásettu arbeiðsvikuna niður í 37 tímar komandi árini.

Hetta er aðru ferð, at flokkurin leggur uppskotið fram.

Tíðin er komin til at gera broytingar, sum gera tað lættari at sameina arbeiðslív og familjulív.
Nýggj kanning hjá Fakfelagssamstarvinum, Heilsuhjálparafelagnum og Heilsurøktarafelagnum vísir nógvar fyrimunir við at stytta arbeiðsvikuna. Millum annað minni strongd, minni tíðartrýst og betri familjulív. 

Eisini vísir kanningin, at tá starvsfólk ikki eru troytt, fáa tey savnað seg um arbeiði, og tí eru tey effektivari størri part av arbeiðstíðini. 

Innan stóran part av almenna arbeiðsmarknaðin merkir hetta, at hóast fólk arbeiða styttri, so verður ikki brúk fyri at seta fleiri fólk í starv á hesum arbeiðsøkinum.

Við at stytta arbeiðsvikuna fáa vit størri trivnað á arbeiðsplássinum og meira tíð saman við familjuni. Hesum arbeiðir Javnaðarflokkurin fyri.



Lýsing
Seinastu tíðindini
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi