Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyingar hentaðu drúvur í víngarðinum

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Oliver Joensen.  |  05.10.2021 - 21:04 Myndarøð Tíðindi Vinna

Einki er at taka seg aftur í, at tú hevur onga orsøk at keða teg, um túr roynir ein túr til Albir í Spaniu við Sólorku. Hevur tú ikki hug bert at liggja í sólini, so eru n´gvir aðrir møguleikar. Umframt teir vit longu frammanundan hava nevnt, so vóru vit í dag til Heyst og Fest á Víngarðinum. 

Tað tók umleið ein og ein hálvan tíma at koyra við bussi. Á garðinum blivu vit væl móttikin við smakkiroyndum og víni og fóru beint eina rundferð á garðinum, har vit sóu hvussu framleiðslan av víninum fór fram. Hagani út til vínstokkarnar við einum lítlum toki at heinta víndrúvir.

Eftir eina skemtiliga og áhugaverda løtu har vit royndu okkum sum hentarar, blivu vit koyrd aftur til garðin, har vit sluppu at vera við til at vraka víndrúvurnar vit høvdu hentað, áðrenn tær vóru koyrdar í geringarbrunnin.

Síðani fóru vit øll í kantinuna, har vit fingu forrætt og høvuðsrætt, og sluppu at smakka vín, ið hevð verið goymt í fronskum eikitunnum og vín, ið hevði verið goymt í amerikanskum eikitunnum. 

Terji og Hanna, sum vit hava nevnt í aðrari grein, stóðu fyri undirhaldi ímeðan vit fingu okkum at eta.

Sólorka ger nógv burturúr at undirhaldið í Albin Garden Resort er á høgum støði. Í kvøld var spanski guitarsnillingurin Alberto á Vaglinum, her han upptraðkaði við sponskum løgum. Í kvøld er Robert McBirnie á palli í Klubbanum.

Jú, vit 350 føroyingarnir her hugna okkum veruliga og fara at gera tað nakrar dagar afturat og tað eru vit spent upp á.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi