Lýsing
Lýsing
Lýsing

Miðalhavsfiskitúrurin mikli á Sólorkutúri

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Oliver Joensen.  |  09.10.2021 - 12:12 Myndarøð Tíðindi

 

 


Sum eg segði í greinini seinast um fiskitúrin í Miðalhavinum, so komu vit tá aftur “ongul í reyv”. Harafturat vóru vit ikki nøgdir við tað skip, tann skipara vit høvdu og veðrið.

Eftir at hava gramt okkum fyri fittu móttøku kvinnuni á hotellinum, bar hon skjótt at. Hon kom aftur við teimum boðum, at vit skuldu fáa eitt størri skip at flóta í, men treytin var, at vit høvdu skipara við papírum sjálvir.

Tað hildu vit vera eitt gott tilboð, og fóru beinan vegin at tosa um, hvussu góður og væl fyriskipaður hesin seinni túrurin skuldi vera.

Vit fingu nógvar viðmerkingar her í Sólorku í Albir. Prátið gekk dúgliga um fiskitúrin. Einaferð á kvøldinum kom upp, at Pál Weihe eisini skuldi við, nú annar túrur við størri báti stóð fyri framman.

Fríggjamorgunin snimma var so ein taxa eftir okkum. Spenningurin var øguligur. Jón Nolsøe Olsen hevði víst teimum á reseptiónini síni “gullrandaðu” skipsførarapappírir, so í taxabilin oman at strondini.

Jú, har lá ein bátur “Silvain” at navnið, men, hann var ikki størri enn tann fyrri. Tó hevði hann opið dekk aftan og framman, so arbeiðisplássið hjá okkum dekkarum var størri, og tá polstraður stólur var til Jón, skipara, var lag á manni at sigla við 60 hk páhangara.

Men Pál møtti ikki upp á kajini. Aftaná fingu vit at vita, at allur Sólorkuflokkurin visti at Pál skuldi við, uttan Pál sjálvur. Hann segði sjálvur seinni, at hevði hann vita, at møguleikin stóð opin, so hevði hann ikki himprast, hann hevði komið við.

Umborð á bátinum stóð sami reiðari sum seinast, hann skuldi læra okkum at brúka bátin. Vit varnaðust, at vit kendur tráðurnar aftur, sum hann hevði í hondini, tær vóru einki broyttar. Eisini sami kassi við húkum og skrambli.

Tað fyrsta, sum reiðarin bað okkum um, var, at vit skuldu úr skónum. Hóast vit gjørdust paff, so  var einki annað at gera enn at lystra. So sandalir og skógvar vóru sett á brúnna, og síðani vóru teir koyrdir niður í lastina.

Eg má siga, at vit sóu ikki serliga fiskiligir út, tá vit fóru umborð.

Ná, men annars gekk alt væl. Jón var óførur skipari og skjótt vóru vit á opnum havi. Sum eg segði, so hevði Jón víst síni pappírir fram á hotellinum, men “reiðarin”, sum tók ímóti okkum umborð, hevði ikki ánilsi av hvønn av okkum pappírini hoyrdu til, ella um Jón í heila tikið var ímillum okkara.

Manningin var hin sama sum dagin fyri. Eg, Páll Gregersen, Jógvan Johannesen, Árni Winther og Jón Nolsøe Olsen.

Vit royndu dyrging, fyrst innarlaga. Spakuliga damlandi fram við landi. Eina tráðu í hvørjum borðinum. Tá onki kom á, skiftu vit pilkar, húkar og lodd, men tað segði tað sama.

So funnu vit útav, at hinir bátarnir dyrgdu við meiri ferð enn vit. So settu vit sjávandi ferðina upp.

Vit høvdu bara bílagt bátin í tveir tímar, so menn byrjaðu at missa móti um fáning.

Tá knappliga sigur fiskiklógvin Jógvan at okkurt er á. Tá bleiv ein øgiligur spenningur. Sjálvt fiskakeyparin Páll Gregersen hugdi upp frá telefonini. Jú pílari í skot, fongur var, ein flottur makrelur kom á borði. Tit kunnu ætla at rómurin var øgiligur á manningini á “Silvain” av Albir.

Hesin eini makrelurin kom í tøkum tíma, tí nú vóru bert fáir minuttir eftir til vit skuldu handa reiðaranum bátin aftur, so vit fóru beinleiðis til lands.

Eg trúgvi ikki at nakar makrelur í Miðalhavinum er meira fotograferaður enn hesin. Komnir aftur til lands og slopnir í aftur skógvarnar, gjørdu vit eins og góðir føroyskir skipsmenn. Vit góvu reiðaranum fiskin. Hann tóktist glaður - hvør veit nær avrokningin kemur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…