Lýsing
Lýsing

Vit síggjast við Djúpumýru

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.10.2021 - 10:30 Ítrottur Leiðarin

Á plenuna, niðan á vøllin, til Djúpumýru, við Djúpumýrar … kært barn har mange navne, og tað hevur bastiónin hjá Klaksvíkar Ítróttarfelagi eisini. Og her grør sanniliga um spælandi fót. Ein vøllur afturat er ávegis, rennibreyt somuleiðis, og ikki var Bláa Skýlið liðugt, fyrrenn tað næsta fór í gongd. Eisini landsliðsvenjarar hava fingið eyguni upp fyri Djúpumýru, og U21-landsdystir verða nú lagdir har. 

Tá KÍ vinnur, vinna vit øll. Vit øll eru ikki bara norðoyingar og útisetar úr Norðoyggjum, tó at vit eru tættast uppá. Nei, KÍ hevur veruliga sett yvirliggjaran fyri allan føroyskan fótbólt sera høgt, og tað er ikki til at fáa eyga á nakað annað felag í løtuni, ið veruliga megnar at bjóða KÍ av. 

Higartil er KÍ ósigrað í landskappingini, nú 4 umfør eru eftir at spæla, og har skal ein náttúruvanlukka til, um KÍ ikki vinnur sítt 19. føroyameistaraheiti í ár. Tá føroyameistaraheitið tykist so gott sum at vera í pottinum, er KÍ farið eftir at seta met. Tá onki mál var farið ígjøgnum í 17 dystum, varð met sett, sum KÍ sjálvt átti við 16 dystum frammanundan. KÍ hevur longu sett metið fyri flest skorað mál í einum kappingarári, og tað er ikki við mýkindum. Tað metið er meira enn 10 mál fleiri enn tað gamla, og kappingin manglar sum nevnt fýra umfør.

KÍ merkir samanhald. Vit síggja at í øðrum oyggjum vestanfyri og sunnanfyri eru kreftirnar býttar sundur á 2-3 feløg, hóast fólkatalið har er minni enn í Norðoyggjum. Norðoyggjar standa hinvegin saman um eittans felag, og av tí sama er tað felagið ikki bara ein “contender”, men í toppinum av føroyskum fótbólti. Allir norðoyingar bakka upp um KÍ, og onki annað felag kemur í nánd at hava eina størri ella betri áskoðarafjøld.

Men KÍ er eisini eitt felag við altjóða formati. Tað hava vit sæð seinastu 5 árini, har KÍ altíð hevur megnað at spælt seg út í Europa, og ein av fruktunum av hesum er nú, at vøllurin við Djúpumýru er góðkendir til altjóða dystir, eitt nú í Europa Conference League. Somuleiðis hava vit sæð, at Klaksvíkar Ítróttarfelag megnar at tiltrekkja altjóða talent á høgum støði og er í dag eitt áhugavert felag fyri útlendskar leikarar at royna seg í. 

Vit hava longu sæð ein risadyst við Djúpumýru. U21-landsliðið fekk eitt gott úrslit móti Moldova, javnleik 1-1. Og so, í morgin, verður brakið yvir øllum brakum í ár, nevniliga ein endurtøka av minniliga gulldystinum í 2019, har KÍ og B36 aftur møtast ein leygardag undir nærum neyvt somu fortreytum, nevniliga at gullið stendur upp á spæl, um tað eydnast KÍ at fáa stig. Munurin er bert, at hesa ferð kann tað vera á heimavølli.

Øll, sum kenna til omanfyrinevndu umstøður, vita eisini, at tað ikki er neyðugt at heita á KÍ-fjepparar um at møta upp til KÍ’sa egnu dystir. Tað gera teir óansæð. Vit hava frætt at KÍ stuðlar Tórshavn skipa fyri bussferð til Klaksvíkar og vit vita eisini um fleiri útisetar, ið hava keypt flogbillett, so teir eisini fáa dystin í morgin við. Djúpumýra hevur nakað, sum onki annað stadionannlegg hevur, burtursæð frá tí hjá A-landsliðnum, nevniliga landsins størsta og besta áskoðarahóp.

KÍ kvinnurnar vunnu sítt 21. meistaraheitið seinasta vikuskifti og nú vóna vit at KÍ menninir vinna sítt meistaraheiti nummar 19 í morgin.

Vit síggjast við Djúpumýru!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…