Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kristnið arvurin

SKRIVAÐ: Johannes Olsen  |  18.10.2021 - 22:42 Lesarabrøv Mentan

Um John Locke filosof verður skrivað, at hann hevði kristnan hugsunarhátt og gav íblástur til fyrstu grundlógir bygdar á fríðan ognarrætt. Ein skandinaviskur kristin fjølmiðil skrivaði fyri kortum um umrødda evnið og siteraði og førdi fram um kristna arvin og segði, at tað er ikki kulturlívið, sum hevur styrkina til at tryggja fólksins fríðheit, sjálvt um ein kundi ynskt at so var.

Tað er vekingin og kristni arvurin sum hevur hesa uppgávu í Europeiskari søgu, sjálvt um eitt egoistiskt kultulív hevur roynt at avnokta henda realitet. Víðari verður skriva og citera m.a. at tað mest spennandi sum kan henda í heiminum, er hvat sum ferð at henda í Kina um 20-30 prosent av fólkinum gerast kristin um eini 10-20 ár sum professarin Njal Ferguson við Harvard Universitet hevur sum prognosu í bók síni “Sivilisasjón”. 

Ella um prognosan til bók  sosiologiprofessor Rodney Stark,”Ein stjørna í eystri” slær inn- við áhaldandi kirkjuvøkstri  eins og á tey seinastu tvey 10 árs nivo til 540 milliónir Kristin í 2040 í Kina. Forsetin Yiang Zemin var inni á tankanum í 2002 tá í hann var spurgdur um hvat hann kundi gera meira eftir 10 prosent fíggjarligan vøkstur fyri Kina í mong ár. Svarið var at tað Kinas kantoner (fylkir) kundu samlað seg um, var at gera kristindómin til statsreligión.

Niall Ferguson proff. Sigur tað soleiðis, Nakrir av Kinast communist leiðarum sýggja út til at hava viðurkent, at kristindómurin er ein av fremstu keldum í vesturheiminum til styrkju. Forsetin í Kina hevði eitt studio í einum upptøkuhøli har hann greiddið 25 av Kinas fremstu leiðarum, at kunnskapin og stirkin hjá trúgvandi menniskjum eigur at minstrast fyri at byggja eitt væl skipa samfelag. Til hetta svaraði ein, at Kinesisku kommunistarnarin hava brúk fyri einum Hans Nielsen Hauge.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fjálgt graseinkjukvøld á Biskupsstøðgarð…
Pensjónsmálið ger okkum ótrygg
Hvat við at fíggja tunnilin í Føroyum?
HR í Føroyum havt aðalfund – nýggj nevnd…
SKJÓTT VERÐA EG OG EYÐFINN 1!
Torraskráin leygar­dagin
Heimurin á einum vegamóti
Stórur dagur á TSK
Bankatoskur á Torradøgum!
Grundtvig á Torradøgunum
B36 vann stórt á KÍ á Djúpumýru í kvøld
Felags barna- og familjuguds­tænasta í Ma…
AVLÝST: Torradagar á Norðoya Fornminnasa…
Morguntúr leygarmorgun 21.feb. 
Talv á Kafé Fríðu í kvøld
Varpa ljós á bústaðarmarknaðin
Ræðandi nógv plastrusk í nærumhvørinum
Bert 2 av 7 nevndarlimum fyri hægri pens…
Veðrið um vikuskiftið
P-dagur í dag
Lýsing