Virkið Heyst í Klaksvíkar Kommunu
Virkið heyst er eitt tiltak, ið sprettur úr átakinum Virkin oktober, sum er eitt átak hjá Fólkaheilsuráðnum. Í komandi viku stuðlar Klaksvíkar kommunu hesum átakið við tveimum tiltøkum, har borgarar fáa møguleika at vera virknir, vera saman og vera hugbundnir.
Klaksvíkar kommuna er samstarvspartur hjá ABC fyri sálarheilsu. Eitt nú hevur Klaksvíkar kommuna seinastu árini skipað fyri átøkum og Gakk og renn, Slóða fyri, Virkið Vár og ymiskt annað, har kropslig og sálarlig heilsa verður sett á breddan.
Tiltøkini í komandi viku eru á Skúlatrøð. Tað fyrr verður hósdagin 21. oktober kl. 20.00 og tað seinna leygardagin 23. oktober kl.11-13. Byrjað verður við einum spennandi pallborðsfundi, har vit bjóða borgarum, politikkarum og øðrum áhugaðum at siga sína hugsan um miðbýarmenning. Vit fara eitt nú at hygga afturá miðbýarætlanina, sum skjótt hevur 10 ár á baki.
Pallborðsfundurin er fyri øll, ið ynskja at vera virkin í kjakinum um okkara miðbý. Jóhann Lützen, stjóri á Norðlýsinum, verður orðstýrari.
Við pallborðið sita:
- Gunvá við Keldu, politikkari
- Ósbjørn Jacobsen, arkitektur
- Mimmy Vágsheyg, vinnulívsfólk
- Elisabeth Gaard, námsfrøðingur
- Rasmus S. Biskopstø, leiðari á Visit Vágar
- Unnur Sjúrðardóttir, limur í fólkaheilsuráðnum
23. oktober er ein hugnaligur dagur, sum er ætlaður familjuni. Her verður møguleiki at vera saman og hugsavna seg um ymisk heystligt.
Á skránni verður:
- Morgundrekka og okkurt gott aftur við
- Sansaspæl - varnast heystið við tínum hondum
- Barnafrágreiðing í myndum, nú fjøllini verða gingin
- Børnini sleppa at tekna (litblýantar og pappír eru í skúlanum)
- Frálæra í at garva skinn (børn saman við vaksnum). NB: Familjur hava sjálvar felliknív við
- Søguløta í miðhøllini á Skúlatrøð kl. 11 og kl. 12
- Møguleiki at smakka og keypa lokalar vørur.
Hevur tú hug at selja?
Í samband við tiltakið, verður møguligt hjá áhugaðum at bjóða smakkiroyndir eins og at selja ymiskar heystligar vørur á Skúlatrøð, 23. oktober frá kl.11-13. Áhugaði kunnu venda sær til Duritu Samuelsen á duritas@klaksvik.fo.