Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað er serliga hiðani av Zarepta á Vatnsoyrum, at flestu smittutilburðirnir stava, men serliga eru tað íbúgvar í Norðoyggjum og Eysturoy, ið eru raktir. Og serliga ókoppsett. | Mynd: Zarepta.

Risastórt útbrot eftir Zarepta-legurnar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.10.2021 - 16:58 Leiðarin Tíðindi

Í løtuni uppliva vit tað størsta útbrotið av Corona, síðani sóttin fekk fastatøkur á føroyingum. Sambært Lars Fodgaard Møller, landslækna, eru tey flestu smittað á leguni Zarepta í Vatnsoyrum. Tey allarflestu smittaðu eru ókoppsett, og talan er um børn bæði yvir og undir 12 ár.

Sum nú er, hava børn undir 12 ár ikki møguleika fyri at verða koppsett. Sostatt eru tey ikki vard ímóti Corona-smittuni á eini tílíkari legu. Landslæknin sigur, at nógv tey flestu smittaðu børnini eru ókoppsett, og at talan eisini er um børn yvir 12 ár, ið framvegis ikki eru koppsett.

Landslæknin mælir í hesum sambandi øllum til at tryggja, at ikki uppaftur fleiri verða smittað, og fútin, Michael Boolsen, ið eisini er formaður í Farsóttarnevndini, mælir til, at so mong børn sum gjørligt lata seg koppseta sum skjótast, og at tey annars halda seg avbyrgd frá øðrum fólkum, meðan tey eru í sóttarhaldi.

Landslæknin sigur við Dimmalætting, at tá Coronafarsóttin byrjaði í fjør var landslæknin skeptiskur um stórar sosialar samkomur so sum gudstænastur, møti, jarðarferðir, konfirmatiónir og stór ítróttatiltøk, sum vanliga savna nógv fólk, og sjálvandi eisini kristiligar legur sum tann á Zarepta og fyri tann saks skuld eisini í Nesvík. Men tað varð alt avlýst í fjør, og tí var tað ongin trupulleiki.

Keldur nær við landslæknan siga, at ein politisk útmelding skuldi koma í dag, men tað er ivasamt, um so verður. Løgmaður hevur verið kúrrur, og tað er ikki til at vita, um Landsstýrið í heila tikið er kallað saman í dag at viðgera álvarsomu støðuna, ið er íkomin.

Spurningur verður eisini settur við, hvat hetta fer at gera fyri møguleikarnar hjá føroyingum fyri at fara í onnur lond. Landslæknin viðgongur blankt, at myndugleikarnir nú hava mist tamarhaldið á sóttini, ið má sigast at herja frítt úti í samfelagnum, tó sjálvsagt fyrst og fremst ímillum tey, ið framvegis ikki eru koppsett.

Enn hevur Danmark ikki loyvt koppseting av børnum undir 12 ár; hetta helst tí, at kanningar skulu gerast fyrst av hesum aldursbólkinum. Og so leingi tað ikki er hent, er ikki sannlíkt, at Føroyar loyva koppseting av børnum undir 12 ár.

Á bólkinum “Spyr ein lækna um Corona” mælir ein lækni til at vera sera varin, og skrivar, at tað neyvan er eitt gott hugskot at halda barnaføðingardagar, sum støðan er í løtuni. Norðlýsið veit frá øðrum keldum, at eitt nú ítróttardystir og eitt alment kunningartiltak í Klaksvík er vorðið avlýst av somu orsøk. Roknast kann uttan iva við fleiri avlýsingum.

Umframt at sagt verður, at nógvir smittutilburðir stava frá Zarepta, so verður eisini sagt, at tað serliga er í Eysturoynni og í Norðoyggjum, at útbrotið er. Tað er eisini serliga í teimum báðum økjunum, at tað gongur striltið við at fáa upp í lag at lata seg koppseta. Staðiliga tilmælið frá fútanum er tískil, at so mong sum gjørligt lata seg koppseta komandi dagarnar, og annars at tey, ið eru smittað, verða avbyrgd frá øðrum, meðan tey eru sjúk.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Leikarar og áskoðarar fagnaðu hvørøðrum
Óli er grammur í huga
Havnar­gentan kvøður í Unity Arena
Inntøkur­nar í Eystur- og Sandoyar­tunlinu…
Upplagt at vitja Skríggj
Torradagar aftur á skrá
Ráðið fyri Ferðslutrygd 50 ár!
1950 árini vóru tung hjá kommunustýru­num…
Tjóðsangu­rin í Oslo
Veðrið í viku
Oslo var einaferð høvuðsstaður hjá Føroy…
Røða hjá Sirið Stenberg, lands­stýriskvin…
10'ari á veg til KÍ
Onnur kunnu tosa KÍ niður - ikki vit!!
Áhugaverdur fyrilestur í Smæruni
Nú hevur KÍ kunngjørt Dávid
10.000 pund á 32 stampum
Norðmenn vitja Amerika
VIMA - Upplatingartilboð - allar vørur -…
Dávid Reynheim nærkast KÍ