Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jóannes Bjartalíð og Kaj Dam úr KÍ leiðsluni hálsfevnast eftir dystin móti B36 | Mynd: Oliver Joensen

Metalltroyttleiki í KÍ

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.10.2021 - 10:45 Ítrottur Leiðarin

Síðani KÍ eftir eitt fantastiskt kappingarár í landskappingini vann føroyameistaraheitið, er tað farið at síggjast, at sjálvt kempurnar gerast troyttar

Fyrsta dystin eftir at meistaraheitið var í hús tapti KÍ ímóti einum betri HB-liði. HB hevur annars havt eitt rættiliga óstøðugt kappingarár, meðan KÍ ongan dyst hevði tapt áðrenn tann dystin. Harvið kom ein lítil skeina í tað annars framúrskarandi kappingarárið. Ímóti EB/Streymi spældi KÍ ikki so væl, sum teir mangan hava gjørt, men hetta kann tað sama vera orsakað av tí vantandi stuðlinum frá áskoðarunum. Coronastøðan setti sín dám á dystin, ið bert hevði ein viðfáning av áskoðarafjøldini, vit eru von við.

Men lat tað vera sagt beinanvegin, at hetta helst er tað besta KÍ-liðið í kanska 50 ár. Leikararnir og venjarin hava ikki bara livað upp til allar forvæntningarnar í landskappingini, og nakað væl meira enn tað. Stóru, týdningarmiklu dystirnir eru allir vunnir, og áðrenn meistaraheitið vóru tveir javnleikir tey lakastu úrslitini hjá liðnum. Tá ið botnstøðið er ein javnleikur, stendur væl til.

Vónbrotini hava ligið aðra staðni. Fyrst og fremst í Europa Conference League og kappingina um løgmanssteypið. Har spældi KÍ fult upp til mótstøðufeløgini, ið tó í allar-allar seinastu løtu høvdu marginalarnar við sær og vunnu dystirnar báðar. Ongin er meira harmur um hetta enn leikararnir og kanska venjarin, men hvørgin teirra átti feilin. Skuggarnir frá hesum báðum vónbrotunum eru lítlir, tá samanborið verður við ekstremt sannførandi landskappingina.

Nú stendur so ein stórdystur á skránni, har tað meira er æran enn nakað annað, ið stendur uppá spæl. Um Corona vil, væl at merkja, so møtast nummar 1 og 2 í landskappingini, nevniliga KÍ og Víkingur. Hóast alt tykist avgjørt, og hvørki leikarar ella venjari vil viðganga, at tað hevur nakað uppá seg, sum eru øll viðhaldsfólkini sera spent uppá fleiri ting. Fer tað at eydnast KÍ at skjóta 100 mál hetta kappingarárið? Fer tað at eydnast KÍ at taka metið um flest stig í einum kappingarárið? Og fer tað at eydnast KÍ at taka metið um fægst mál ímóti í einum kappingarári?

Fyri Víking stendur silvurmedaljan uppá spæl, so sjálvandi fara teir inn við øllum, teir hava, fyri at vinna. Men verður sæð burtur frá æruni, so er ikki so øgiliga stórur munur á 2. og 3. plássi. Europeiska luttøkan er tann sama, og peningurin frá UEFA er áljóðandi somu upphædd. Hartil hevur Víkingur ein munandi størri dyst seinni, um tað eydnast teimum at vinna seg í finaluna í steypakappingini. Afturat tí hevur Corona órógvað endaspurtin hjá Víkingi, so har eru viðurskifti, ið órógva.

Um KÍ spælir sum seinna hálvleik ímóti B36 herfyri, so er ongin ivi um, at KÍ endar árið við manér og tekur øll tey trý nevndu metini. Men spæla teir sum ímóti EB/Streymi og í pørtum av dystinum ímóti HB, so verður talan ikki um nakran vælspældan dyst. Okkara vón skal sjálvsagt vera, at KÍ-leikararnir fara “all-in” í hesum seinasta dystinum, ger tað, sum fyri bert fáum árum síðani varð roknað sum ógjørligt, og ger okkum líka stolt sum eydnisdagin 16. oktober. Eydnast tað ikki, so fer ongin í kolkjallaran, tí vit hava longu fingið tað fantastiska kappingarárið, vit droymdu um.

KOYR Á, KÍ!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: NSÍ-HJK - á Djúpumýru
Góður fyrri hálvleikur hjá KÍ
Her sæst KÍ dysturin
Ægir fyrra tíman og Torkil Mørkøre seinn…
Atgongumerkjaprísu­rin einaferð enn
Dómur úr leysum lofti
Tilgongdin til svartkjaftastovnin kann m…
Upptakt: SJK-KÍ
Tryggja tær atgongumerki til KÍ - SJK
Norskar gentur funnu fløskupost frá 2013…
KÍ: Dysturin byrjar kl. 17 føroyska tíð
Samtalur, bindiklubbar og spontanir kaff…
Forvitnisligar royndarverkætla­nir á Skúl…
Havsbrún er ein sera fjøltáttað fyritøka
Líðhamar 25.000 pund á bankanum
Lands­stýris­maðu­rin vitjaði JFK
Teistin royndi rampuna vestarumegin
Fiskaklettur og Búgvin landað í dag
Evropa dystirnir undir luppin
100 fermetrar stórt KÍ flagg