Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ingibritt Tummasardóttir Thomsen, Klaksvík, til minnis

SKRIVAÐ: Búfólk og starvsfólk í Sambýlinum við Mylnutún í Klaksvík  |  17.11.2021 - 12:41 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Fødd 30.04.1969. Deyð 02.11.2021

Seinasta heilsa til okkara sólstrálu.

Vit hava ikki skilt tað enn, at tú ikki ert millum okkum meir. Alt hendi so brádliga, hóast tú hevur havt ringa heilsu. Tað er so tungt at góðtaka, at tú hevur sitið til borðs saman við okkum fyri seinastu ferð.

Tú hevði búð á Sambýlinum við Mylnutún, síðani tað lat upp í november 2015, og fall tú skjótt til. Áðrenn tað búði tú á Sambýlinum á Mýrivegi, og har treivst tú eisini so væl.

Tú vart so stuttlig at vera saman við. Tú segði og gjørdi tingini upp á tín máta. Tú visti hvat tú vildi, tú hevði tínar meiningar og tordi at hava tær.

Tú hevði nógv áhugamál. Tú elskaði at perla, binda, tekna, syngja, lurta eftir tónleiki, spæla ludo, arbeiða, hyggja eftir film, koyra biltúrar, ferðast, spæla Gekk o.a.

Tú arbeiddi á Brekku í mong ár, og gleddi tú teg altíð at fara til arbeiðis. Nú stendur tín stólur tómur. Saknurin á Brekku er heilt víst líka stórur sum hjá okkum.

Tú hevði frí hvønn mikudag, og tá hugnaði tú tær, og hæddarpunktið á frídegnum var at fáa eitt lekkurt lagkakustykki frá bakarínum.

Tú gavst so nógv, har tú vart, tín látur, títt mál, tíni stuttligu skálkabrøgd, og tín songrødd.

Ja, vit hava havt mangar stuttligar og festligar løtur saman við tær. Tú fekst okkum øll at flenna, tú vart ein ordiligur sjónleikari.

Tú elskaði jólini og vart sera jólalig. 30. apríl var eisini ein dagur, sum tú altíð sást fram til, tað var tín føðingardagur. Tú dámdi sera væl at pynta teg, tá okkurt serligt var, við sterkum litum ella glimmur. Gult var tín yndislitur. Eisini elskaði tú at fara til frisør.

Tú dámdi eisini væl at vera við í tí húsliga á sambýlinum, dekka borð, pynta við serviettum, baka kaku, og flisa epli. Tú flusti epli hvørt leygarkvøld, epli, ið skuldu nýtast sunnudag.

Tú hevur bundið nógv turrikløð, og elskaði tú at geva tey til tey, tú vart góð við. Ongi turrikløð vóru eins, og høvdu tey øll hvør sítt snið við litum, ið tú sjálv valdi.

Tað eru fá, ið hava perlað so nógv sum tú, tú dugdi serliga væl at seta litir saman.

Eisini dugdi tú at mála, og hava vit fleiri av tínum málningum hangandi á sambýlinum.

Hetta eru góð minnir at hava um teg.

Tú elskaði tá sungið bleiv fyri tær, og dámdi tær væl andaligar sangir.

Jesus pápa trúði tú uppá.

 

Takk fyri teg, saknurin er og verður stórur.

Vit hugsa um tíni avvarðandi, ið eftir sita. Tungt er at missa.

 

Við hesum orðum vilja vit lýsa frið um okkara kæru Ingibritt.

 

Heilsan

Búfólk og starvsfólk í Sambýlinum við Mylnutún, Klaksvík.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir slapp við hvøkkinum og vann 3-2…
Breið undirtøka fyri evstu embætunum og…
Sýning av heimildarfilmi­num BIRITU og ve…
Veðrið til á middegi í morgin
Fyrsti tingfundur hesa valsetuna
Hvørja vinnuliga framtíð ynskja vit í No…
Skulu hava tamarhald á dystinum
Formansrøðan hjá Sirið Stenberg á flokst…
MEST: - Fasttrack skipanin hevur stórt v…
Tjóðarbygging arbeiðarans
Veðrið í vikuni
Løgmaður: - Barna­frádráttu­rin verður hæk…
Aðalfundur hjá Bláa Krossi
Verða Magn og Effo non-profit ella fái e…
Minni Bakkafrost, meira Føroyar!
Samgonguskjal við nýggjum og spennandi m…
- Sjálvandi skulu vit fara undir oljulei…
Heimskend jazz-trio vitjar Varpið í dag!
Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið
MAP vinnur arkitektakapping um nýggjan Í…