Lýsing
Lýsing
Lýsing

Visuelt valaverk og virðiligur varði

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.11.2021 - 13:47 Mentan Myndarøð

Tað er neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at bókin hjá Suna Joensen um føroysku sluppina er tann mest gjøgnumførda lýsingin av einum føroyskum sjófari síðani ph.d.-ritgerðina hjá Andrasi Mortensen um føroyska róðrarbátin síðst í farnu øld.

Bókaummæli av Joensen, Sune: Sluppin

 

Tær (sera!) talríku og nágreiniligu myndirnar og tekningarnar í bókini minna beinleiðis um eitt granskingaravrik. Men bókin er ikki akademisk; tvørturímóti vendir hon sær til bæði leik og lærd, kanska meira til leik, tí lætti skrivimátin ger tekstin væl fatandi hjá øllum at lesa.

Bókin Sluppin er skipað í 3 pørtum, og hóast seinasti parturin eitur “Tekningar” og fyllir helmingin av bókini, so skortar ikki uppá myndir í teimum báðu fyrstu pørtunum. Byggingin av bókini er rættiliga konventionell við einum breiðum inngangi, ið leiðir lesaran frá tí yvirskipaða og niður í tað ítøkiliga, ið er føroyska sluppin.

Fyrsti parturin í bókini við skaldsligu yvirskriftini “Leypandi rigningur og segl” er tann breiði, yvirskipaði og meira fólkalívsfrøðiligi. Her verður komið inn á tað reint praktiska, manningarviðurskifti, útgerð, fyribrigdi so sum at liggja bakk, at biðja manning, og sjálvsagt tað neyðuga søguliga baksýnið. Hetta er tó ikki triviell søguskriving, men heilt forkunnugar upplýsingar, ið munnu vera nýggir fyri heilt mong, ið ikki eru serfrøðingar.

Í fyrsta partinum fáa vit ein forsmakk uppá tað nærlagni, sum serliga í øðrum parti vísir seg at vera sjálvt vørumerkið hjá øllum verkinum. Nógv tann størsta styrkin í Sluppini er, at høvundurin kínir fyri hvørjari einstakari detalju – eitt eyðkenni fyri spesialistin. Tað er óvanligt at síggja eina tílíka dýpd í yrkisbókmentum uttanfyri universitetsumhvørvið; roknast kann við, at heilt nógvir lesarar fara at verða ovfarnir av, hvussu gjøllig bókin er, og hvussu nágreiniliga hon fer niður í staklutir.

Í einum bókaummæli slepst tó ikki undan at nevna okkurt minni heppið, tá okkurt kanska kundi verið gjørt uppaftur betri. Her má sigast, at skipanin av teimum stuttu undirkapitlunum til tíðir tykist nakað tilvildarlig. Í fyrsta parti er ikki so góð progressión í; siðsøguligir undirkapitlar og meira tekniskir undirkapitlar eru hvør um annan, soleiðis at skilja, at humankapitalurin og tað sosiologiska ikki standa fyri seg og tað meira praktiska um útgerð v.m. fyri seg. Skrivingin hevði verið meira flótandi og samanhangandi, um undirkapitlarnir vórðu skipaðir so, at ein undirkapittul leiddi til tann næsta og so framvegis. Undirkapitlarnir eru stak áhugaverdir hvør á sín hátt, men kundu møguliga verið skipaðir í aðrari raðfylgju. Hetta er tó eitt smáting.

Bókin ger nakað, men ikki nógv, við ta tanlaðu mytuna um, at orðið “danga” er komið frá enska danger, ið varð skrivað á skelti við sluppirnar, ið vóru í so ringum standi, at tað var beinleiðis vandamikið at fara umborð á tær. Og rætt er; bretar, helst fyrst og fremst onglendingar, vildu ikki vita av teimum, meðan tær skjótt fingu eitt stórt pláss í hjartanum á siglandi føroyingum. Upprunafrøði (etymologi) er tað eisini nakað av í bókini.

Størsti munurin á hesum valaverki og tí um róðrarbátin, ið kom út fyri góðum 20 árum síðani, er, at hendan bókin vendir sær til ein nógv breidri lesaraskara. Uttan at tað skal fatast sum kritikkur av bókini um róðrarbátin, so skerst ikki burtur, at hon varð skrivað til serfrøðingarnar. Bókin hjá Suna Joensen kann hinvegin lesast av einum og hvørjum úr fólkaskúlaaldri og uppeftir, og hon fer uttan iva at verða nógv endurgivin í komandi uppgávum og verkætlanum um føroysk skip og byrjanina av fiskivinnusamfelagnum. Hetta samstundis, sum hon uttan iva er stak áhugaverd fyri teir, ið varða av teimum fáu eftirverandi sluppunum, vit hava í Føroyum. Tað skal undra, um nakar teirra frammanundan veit alt tað, ið stendur í bókini. Møguliga ger onkur annar serfrøðingur tað, men valla mong.

Í einum tílíkum visuellum verki er sjálvsagt neyðugt at taka ritstjórnarligar avgerðir. Leingi var ein kritikkur av akademiskum ritgerðum, at tær brúktu endanotur og fylgiskjøl, so lesarin mátti blaða aftur og fram fyri at síggja kelduávísingina, viðmerkingina ella illustratiónina. Hetta er meira ella minni slept í dag, og víst verður til keldur við fótnotum, eins og illustratiónir standa í sjálvum tekstinum. Her hevur høvundurin havt hepna hond við síni avgerð um at savna tekningarnar aftast, tí hetta ger, at vísast kann til fleiri myndir í sama tekstabroti. Tað visuella, ið er tað mest umráðandi í Sluppini, ger, at tað er mest praktiskt uppá hendan mátan.

Samanumtikið hevur Sune Joensen sett føroysku sluppini ein virðiligan varða við hesum nærlagda megnarverki. Nógvir føroyskir sjógarpar ynskja sær ivaleyst bókina í jólagávu, um teir í heila tikið klára at bíða so leingi. Ein sera góð bók, ið vendir sær til øll við áhuga fyri skipum, bátum og sjólívi, stutt og greitt.

Bókin er 136 blaðsíður til longdar og kostar 348 krónur. Tað er forlagið Sprotin, ið gevur út, og klaksvíkingarnir Archibald Black og Sonja Ravnsfjall hava tikið sær av ávikavist permumynd og umbróting. Tekningarnar hevur Sune Joensen sjálvur gjørt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stóri týðarin Edvard S. Olsen
Hesi blivu ársins bestu hjá KÍ í 2024
Stórt tiltak í Ítróttarhallu­num í Klaksv…
Silas Gaard til 07 Vestur
Skeiv tøl eru brúkt í greining um Russla…
Studni hevur ikki tøl fyri lesandi í Dan…
Goodboys á OY Voxbotn  
Skipar Hansen's Romm er fyrsta føroyska…
Flyta tey ungu lesandi av landinum?
Veðrið um vikuskiftið: Bert leggur leiði…
Forn sigling
Hondbóltur: A-landsliðið spælir í Klaksv…
Marknaðardagur á Fossánesi
70-ára aldursmarkið hjá kommununi eigur…
Periskop: Føroysk listasøga í dag
Politiið og gransking fáa høga raðfestin…
Nývalda býráðið í Nes kommunu er nú form…
KÍ er styrkismett nummar 133 hjá UEFA
Ikki koyra skít - eitt glas er eitt ov n…
Nýggj kunngerð um avmarkandi tiltøk í sa…