Lýsing
Lýsing
Lýsing
Monako í morgin Í morgin er aftur tvíumfar á skránni. Morgundysturin hjá Føroyum verður móti vertunum av Malta, og seinnapartin verður tað, sum mest er farið at líkjast einari finalu millum oddaliðini Føroyar og Monako. Monako hevur stórmeistarar á bæði 1.- og 2. borði, men samanlagt hevur Føroyar hægri miðalstyrkital fyri fýra teir sterkastu telvararnar. Føroysku telvararnir suðuri á Malta. F.v.: John Rødgaard, Luitjen Akselsson Apol, Høgni Egilstoft Nielsen, Jón í Horni Nielsen og Helgi Dam Ziska.

Føroyar á odda

SKRIVAÐ: faroechess.com  |  30.11.2021 - 23:55 Ítrottur Tíðindi

Føoyska talvlandsliðið hevur nú lagt seg á odda í smálandakappingini fyri landslið í talvi suðuri á Malta. 

Monako er tó beint í hølunum á Føroyum. Monako hevur eisini vunnið allar sínar dystir og hevur 13 borðstig eins og Føroyar. Føroyska leiðslan er tí sera tepur og grundað á ytstu fínteljingina.


Føroyar vunnu í dag 3½-½ á Jersey. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol vunnu og Jón í Horni Nielsen telvaði javnt á fjórða borði. Blaðungir telvarar mannaðu aftaru borðini hjá Føroyum í dystinum í dag. Luitjen er 15 ár og Jón 16. John Rødgaard hevði frí í dag.


Hini úrslitini í fjórða umfari í dag:


Monako-Luksemburg 3-1
Kyprós-Guernsey 2-2
Andorra-Kvinnuúrvalslið 4-0
Liktinstein-Malta 2-2


Støðan eftir umfar:
Føroyar 8 stig (dystarstig)

Monako 8 stig
Kyprós 7 stig
Andorra 5 stig
Luksemburg 4 stig
Guernsey 3 stig
Malta 2 stig
Liktinstein 1 stig
Jersey 1 stig
Kvinnuúrvalslið 1 stig

 

 

Monako í morgin


Í morgin er aftur tvíumfar á skránni. Morgundysturin hjá Føroyum verður móti vertunum av Malta, og seinnapartin verður tað, sum mest er  farið at líkjast einari finalu millum oddaliðini Føroyar og Monako. Monako hevur stórmeistarar á bæði 1.- og 2. borði, men samanlagt hevur Føroyar hægri miðalstyrkital fyri fýra teir sterkastu telvararnar.


Føroysku telvararnir suðuri á Malta. F.v.: John Rødgaard, Luitjen Akselsson Apol, Høgni Egilstoft Nielsen, Jón í Horni Nielsen og Helgi Dam Ziska.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…