Lýsing
Lýsing
Lýsing
Føroysku telvararnir suðuri á Malta. F.v.: John Rødgaard, Luitjen Akselsson Apol, Høgni Egilstoft Nielsen, Jón í Horni Nielsen og Helgi Dam Ziska.

Sigurin komin undir land

SKRIVAÐ: faroechess.com  |  03.12.2021 - 23:54 Ítrottur Tíðindi

Føroyar standa á gáttini at vinna smálandakappingina í talvi fyri smátjóðir í Evropa. Nú restar heilt lítið í.

Í áttanda umfari í dag telvaðu Føroyar og Kýprós javnt 2-2. Allir telvaðu remis uttan stórvegis hóvasták. 


Líkt er til, at føroyingar hava kent seg so tryggar longu fyri dystin, at teir fóru ikki heilhugaðir eftir sigrinum. Besta dømið um tað man vera, at stórmeistarin Helgi Dam Ziska helt frí. Teir eldru sýndu teimum yngstu tað álit, at lata bæði Luitjen og Jón telva í dag, tó at teir høvdu mótstøðumenn við hægri styrkitali yvirav sær á aftaru borðunum. 


Nú er støðan tann, at tað skal ganga út av lagi illa í seinasta umfari í morgin, um sigurin skal gleppa føroyingum av hondum. Føroyar hava fimtan stig fyri sjey sigrar og ein javnleik. Føroyar eru tvey stig undan Kýprós, sum er einasta lið, sum kann fáa okkum aftur. Kýprar hava trettan stig, eitt fleiri enn Andorra, sum tí ikki longur kann vinna kappingina. Men Andorra kann fáa Kýprós aftur, tí tey bæði liðini møtast í síðsta umfari í morgin.


Siga vit, at Føroyar tapa í síðsta umfari leygardagin móti Guernsey, og Kýpros vinnur á Andorra, stendur á jøvnum í oddanum, men tá koma borðstigini okkum til góðar. Føroyar hava 25 borðstig og Kýprós 22. Vinna kýprar 4-0 á Andorra - og tað átti ikki at komið fyri - tá standa føroyingar seg við hálvumøðrum stigi móti Guernsey.


Føroyski sigurin í smálandakappingini er tí so gott sum í pottinum. Kýprar hava lítið annað enn ein teoretiskan møguleika at fáa Føroyar aftur.

 

 

Hini úrslitini í dag:


Andorra - Monako 3-1
Malta - Luksemburg 1-2
Liktinstein - Jersey 2-2
Kvinnulið - Guernsey 1-3


Í seinasta umfari í morgin leygardagin telva Føroyar og Guernsey. Dysturin byrjar klokkan 15.00. 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…
Valevnir og fótbóltsformenn vitja Norðlý…
Per Jacobsen heldur grækarismessurøðuna
Halda knøini til toppdystin sunnudagin?