Kristian Joensen: Eg havi bara gott at siga um tíðina í KÍ
(Úr Norðlýsinum fyrr í desember) Fyrr í vikuni valdi KÍ-málverjin, Kristian Joensen, at skifta felag eftir seks ár sum málverji á besta liðnum hjá KÍ. Norðlýsið hevur tosað við málverjan um hesa avgerðina og tíðina í KÍ.
28 ára gamli málverjin, Kristian Joensen, skifti í vikuni frá KÍ til EB/Streym. Hansara sáttmáli gekk út og fyri fyrstu ferð í hansara tíð í KÍ, sum byrjaði í 2016, var hann fyri tað mesta á bonkinum í kappingarárinum. Søgurnar hava gingið eina tíð um, at málverjin umhugsaði at skifta felag fyri at fáa meiri spælitíð, so tað var ikki óvæntað, at Kristian hevur skift felag.
Tí valdi Kristian at fara
Norðlýsið hevur hitt Kristian Joensen, sum er ein av leikarunum, sum ikki er uppaldur í KÍ, sum hevur spælt longst í KÍ. Vit spurdu hann, hví hann valdi at skifta felag.
- Orsøkin er, at man í 2021 brúkti størsta partin av tíðini á beinkinum og útlitini fyri spælitíð vóru betri í EB/Streymi. Tað var ein torfør avgerð, tí man hevur havt tað gott har norðuri. Eg havi trivist væl og eisini fingið ment meg sum leikara. Um man tekur árið í ár, tá hevur tað gingið so mikið væl, at tað skal næstan ein skaði ella eitt reytt kort til fyri at man ger nakar broytingar. So í ár hevur man kanska følt seg eitt sindur langt burtur, sigur Kristian Joensen við Norðlýsið.
Valdi EB/Streym
Vit spyrja um, hví valið fall á EB/Streym, har Kristian var útleigaður til ein dyst fyrr í ár.
- Eg havi prátað við EB/Streym og serliga Jákup Martin Joensen í longri tíð. Eg føldi meg øgiliga ynkstan har, so tað var eitt løtt avgerð. Mítt mál har er at fáa nakrar dystir í beinini og gera tað so væl sum gjørligt. Tað hevði verið stuttligt at sloppið í landsliðshitan aftur, meðan eg ikki hugsi so nógv um at spæla uttanlands aftur. Motivatiónin er framvegis stór at spæla, sigur nú fyrrverandi KÍ-málverjin.
Áskoðarauppbakningurin er serligur í KÍ
Kristian Joensen minnist bara gott aftur á tíðina í KÍ, tá vit spyrja um fortíðina og, hvat eyðkennir tað at spæla við KÍ.
- Í tí stóra og heila hevur tað verði positivt. Sjálvandi vóru árini 2016 og 2019 hæddarpunktini. Men í tí stóra síggi eg bara gott aftur á tíðina í KÍ. Ta fyrstu tíðina hjá mær í KÍ, tá var KÍ ikki partur av tí, sum man vil verða. Nú er KÍ eitt topplið bæði á og uttanfyri vøllin, tá vit hyggja eftir umstøðunum.
- Tá vit hugsa um, hvat eyðkennir at spæla við KÍ, so er ringt at koma uttanum áskoðararnir og tann uppbakningurin sum er. Tað er tað, sum stendur sterkast í myndini.
- Eg havi bara fingið positivar afturmeldingar um, at eg skifti felag. Fólk í KÍ skilja mína støðu og ynskja mær góða eydnu. Eg og KÍ skiljast í sátt og semju. Eg havi havt nøkur prát við Mikkjal K. Thomassen, har vit hava viðgjørt støðuna, so tað er ikki blivið klamsað við hurðunum, sigur Kristian Joensen.
2016 var serligt kappingarár
Kristian Joensen kom til KÍ undan kappingarárinum 2016. Hetta var fyrsta árið í longri tíð, at KÍ ordiliga meldaði seg í meistarastríðið. Síðani tá hava KÍ og Kristian havt endastøðurnar 2, 2, 4, 1, 3 og 1.
- Eg vil siga, at kappingarárið 2016 var øgiliga serligt. Tá kann man siga, at fótbóltsrisin vaknaði aftur og fólk vóru øgiliga við uppá tað. Tað kom ein stemningur yvir tað, sum man ikki hevði sæð í Føroyum í nógv ár. So tað árið var stuttligt og serligt. Teir dystirnir sum standa sterkir í myndini eru steypafinalan í 2016, har eg hugsi um allan tann dagin og so dysturin í Luzern í 2019, sigur Kristian Joensen, sum er glaður fyri tíðina í KÍ.
- Eg havi havt tað gott og takki fyri tíðina, sigur Kristian Joensen at enda við Norðlýsið.
Fakta um Kristian Joensen:
Aldur: 28
Feløg: NSÍ, 07 Vestur, B68, Lyngby, EB/Streymur og KÍ
Dystir í Betri Deildini: 191
Ársins málverji: 2016 og 2019
Vunnar kappingar: FM 2021, FM 2019 og løgmanssteypið 2016