Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fólk sett til spennandi ferðavinnuuppgávu í Fuglafirði

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.01.2022 - 12:26 Mentan Tíðindi

Nú eitt nýtt ár er byrjað, fara Fuglafjarðar kommuna og Kunningarstovan í Fuglafirði í gongd við eina verkætlan um at menna ferðavinnuna í Fuglafjarðar kommunu og at gera ein ferðavinnupolitikk fyri øki.

Í fjør søkti kommunan eftir verkætlanarfólki til uppgávuna. Ein setanarbólkur var settur við Jóngerð Abrahamsen og Brynhild Næs Petersen fyri kommununa og Jóhan Paula Helgason fyri Visit Faroe Islands. Eftir at hava gjøgnumgingið umsóknirnar og havt samrøður við nakrar umsøkjarar, avgjørdi setanarbólkurin at bjóða Sissal Kj. Kristiansen uppgávuna. Sissal, sum er cand.merc., hevur arbeitt við marknaðarføring, strategi og samskifti í fleiri ár. Seinnu árini hevur hon arbeitt sum sjálvstøðugur ráðgevi við størri og smærri verkætlanum, bæði innan ferðavinnu og strategi á ymsum økjum og hevur tí royndir og eitt stórt netverk á hesum økjum. Sissal er sera góð við Fuglafjørð og øki, tí umframt at hava ættarbond til Fuglafjarðar, hevur hon í mong ár eisini undirvíst á Kambsdali, og hon hevur verið nógv í Fuglafirði í øllum uppvøksturinum.

Sissal er longu farin til verka, og er spent uppá stóru uppgávuna. Kommunan er eisini spent uppá úrslitið. Grundarlag fyri ferðavinnuni er til staðar við vøkru náttúruni, hugnaliga býnum, væl varda fjørðinum og skapandi fólkinum, umframt øllum teim stovnum og støðum, sum eru ella kunnu blíva virknir viðleikarar í ferðavinnuni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum