Lýsing
Lýsing
Lýsing
Skjótt er hvønn vegin í politikki, og tá bylgjurnar hava lagt seg, hava liberalu varatingfólkini hjá Lista A ivaleyst einans forkomið sær sjálvum. | Mynd: Jóanis Albert Nielsen / jn.fo

Greining: Kamikazepolitikkurin hjá liberalu varafólkunum miseydnast

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.01.2022 - 18:32 Leiðarin Politikkur

Nýggjaru veljarakanningarnar eru gamaní ikki til at fara skeivur av. Liberali veljarin vendir Fólkaflokkinum ryggin, meðan hann varðveitir tær konservativu atkvøðurnar. Og havnarborgarar velja ikki longur Fólkaflokkin, meðan útjaðaraborgarar gera. Hetta verður tó framsett, sum var tað nakað heilt nýtt og er íkomið av støðuni við Anniku Olsen og málinum um sammøður. Men í veruleikanum er hetta einans ein sementering av tí, vit longu vistu frammanundan. 

 

Flestu størru flokkarnir hava tveir vengur. Javnaðarflokkurin hevur ein meira loysingarsinnaðan og ein meira sambandssinnaðan vong. Sambandsflokkurin hevur ein konservativan vong og ein liberalan vong. Sjálvt Miðflokkurin hevur ein høgrasinnaðan og ein vinstrasinnaðan vong. Og Fólkaflokkurin hevur leingi havt bæði ein konservativan vong og ein liberalan vong. Liberali vongurin var í høvuðsstaðnum, sum Fólkaflokkurin stendur til at missa – men bert í eini løtumynd.

Norðoya Fólkafloksfelag er á ongan hátt spert. Tað eigur trý løgtingsfólk, ein teirra toppskoraran yvir teimum øllum í Føroyum, ein helst sterkasta kvinnan í føroyskum politikki og so tann garvaða Jákup Mikkelsen. Og flokkurin hevur júst koyrt eitt spennandi óskrivað blað í stilling, ið er ágrýtni vinnulívsmaðurin Árni Skaale. Hesi fýra verða heilt sikkurt toppkandidatarnir hjá lokalfelagnum til næsta val.

Suðuroyggin hevur mist sítt fólkafloksumboð í Landsstýrinum, og einstaki tingmaðurin hjá flokkinum í Sandoy hevur smekkað dyrnar í aftaná seg. Heðin Zachariasen í Norðstreymoy “umhugsar sína støðu”, ið ikki kann tulkast sum annað enn kritikkur av floksleiðsluni. Tó hevur Fólkaflokkurin eina ávísa vón í nýggja landsstýrismanninum Sólvit Nolsøe, ið býr í Havn, men hevur røtur í Sandoynni.

Veljarakanningarnar nú eru eisini “bara” løtumynd og ein reaktión uppá aktuellu støðuna. Tað fer ikki at henda, at Fólkaflokkurin endar heilt niðri á 4 mandatum til eitt veruligt løgtingsval. Ein afturgongd upp á eitt ella tvey er ikki óhugsandi, men fleiri enn tað er óhugsandi. Nógv veldst um, hvussu nógv formaðurin klárar at lappa uppá støðuna – og til tað krevst, at hann verður verandi formaður. Men alt bendir altso á, at Jørgen Niclasen situr tryggur.

Annika Olsen tykist ikki reiðiliga at vita, hvørjum flokki hon er limur í. Hon sigur konservativa meirilutan í Fólkaflokkinum vera lítlan. Kringvarpið og aðrir miðlar gloypa hesum rátt og lýsa støðuna sum at liberali og konservativi vongurin í Fólkaflokkinum eru nærum eins stórir, og at liberal eykavald sum Brandur Sandoy og Annika Olsen saman við møguliga Christiani Andreasen bara mangla tað seinasta í fyri at gerast eins stór sum tey konservativu. At hetta ikki heldur fyri nærri eftirkanning, átti ein og hvør við vitan um Fólkaflokkin at vita ikki er so.

Hóast bæði Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur siga, at tey høvdu gjørt tað sama umaftur, so munnu tey flestu vera skeptisk yvirfyri tí útsøgnini, tí hon var alt annað enn heppin fyri flokkin. So mikið kann staðfestast.

Men at Brandur Sandoy og Annika Olsen fáa fjølmiðlatíð í Kringvarpinum at gráta krokodillutár um, at Fólkaflokkurin ikki gevur teimum tað plássið, tey eiga, er ein glantrileikur av teimum stóru at fylgja við í. Fólkaræðisliga hava tey bæði onki at hava tað í. Tey hava alla tíðina havt júst tann leiklut í Fólkaflokkinum, sum undirtøkan fyri teirra politisku sjónarmiðum hevur í fólkinum. Tað eru 289 veljarar, ið taka undir við áskoðanunum hjá Brandi Sandoy, og somuleiðis 289 veljarar, ið taka undir við sjónarmiðunum hjá Anniku Olsen.

Og tann undirtøkan strekkir so til tveir varasessir fyri flokkin. Tað er júst tað, tey hava fingið, so hví tey ikki fáa kritiskar mótspurningar, tá tey føra seg fram um sum um tey eiga nærum helmingin av flokkinum, er løgið.

Tað einasta, sum í roynd og veru er farið fram, er, at tann frammanundan lítli liberali vongurin í Fólkaflokkinum er blivin uppaftur minni. Og at hann hevur sjálvur skuldina av tí. Annar varalimurin hevur klamsað við hurðini, og hin fer at gera tað í 2023, tá Jørgen Niclasen uttan iva framvegis er formaður.

Tað, vit sóu í Fólkaflokkinum fyrst í ár, var ein kamikaze-politikk hjá liberala vonginum, sum gamaní hevur givið flokkinum skøvur í lakkið her og nú. Komandi ár er Fólkaflokkurin uttan iva lakeraður væl og virðiliga aftur, meðan liberali vongurin er burtur, tí hann hevur tikið seg sjálvan av døgum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB