Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Orrusta um svimjihøll í Runavík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.01.2022 - 18:33 Ítrottur Politikkur Tíðindi

Svimjihøllin í Runavík hevur verið á breddanum seinastu nógvu árini, men enn er verkætlanin ikki farin í gongd. Kringvarpið visti í farnu viku at siga, at tríggjar av størstu byggifyritøkunum í landinum ikki vildu bjóða, tí tilfarðið var ikki nóg fullfíggjað.

Sonni L. Petersen, næstformaður í Ítróttarnevndini hjá Runavíkar kommunu, skrivar í kvøld á sínum facebookvanga, at hann sum næstformaður hevur frætt miðlunum, at borgarstjórin í Runarvíkar Kommunu, Torbjørn Jacobsen, arbeiðir við onkrum loysnum, ið vit fara at frætta nærri um í næstum.

Okkurt tíðir upp á, at íróttarnevndin onki veit um støðuna. Hann vísir millum annað á, at 9,1 mió. kr. eru longu brúkar higartil upp á svimjihøllina, samstundis sum avsett í alt hava verið uml. 10-12 mió. kr. seinastu tvey-trý árini.

Hóast nógvur peningur yvir eitt longri tíðarskeið er farin til tekningar av svimjihøllini, so heldur næstformaðurin, at tað er ótrúligt, at man ikki klárar at hava gjørt projektið so mikið gott, at tað ber til at bjóða uppá tað.

Eisini setir hann spurnartekin við, at tríggjar av størstu fyritøkunum í Føroyum boykotta at bjóða uppá svimjihøllina í Runavík og spyr hvør orsøkin man vera.

Til seinast spyr hann borgarstjóran beinleiðis: "Góði borgarstjóri, kanst tú forklára okkum øllum, hvat tað er, sum vit hava brúkt skattapengarnar til?"

 

Soleiðis skrivar Sonni L. Petersen, næstformaður í Ítróttarnevndini:

Sum næstformaður í ítróttarnevndini í Runavíkar Kommunu, ið hevur svimjihøllina um hendi, so er tað áhugavert, at man skal frætta í miðlunum, at borgarstjórin í Runarvíkar Kommunu, Torbjørn Jacobsen, arbeiðir við onkrum loysnum, ið vit fara at frætta nærri um í næstum.

Sambært almennu ársroknskapunum fyri 2018, 2019 og 2020, so hevur RK brúkt 9,1 mió til svimjihøllina. Hartil er peningur játtaður til verkætlanina í fíggjarætlanini fyri 2021 og 2022.

Tá ein kommuna hevur brúkt tvey-trý ár og eini 10-12 mió. av skattaborgarans pengum til at tekna eina svimjihøll, so er tað eftir mínum tykki ótrúligt, at man ikki hevur klárað at gjørt projektið so mikið gott, at tað ber til at bjóða uppá tað.

Tríggjar av størstu fyritøkunum í Føroyum boykotta at bjóða uppá svimjihøllina í Runavík. Orsøkin? Tilfarið er ikki gott nokk. Handverksmeistarafelagið - sum sjálvandi skal verja fakið og tryggja eitt seriøst útboð - sigur alment, at útbjóðingartilfarið var ov ógreitt, og at ‘man veit ikki hvat tað er, man bjóðar uppá’.

Um verkætlanir ikki eru nóg væl neyvlýstar, so vita vit øll - frá nógvum almennum royndum - at prísurin kemur ikki at halda. Tað koma eykarokningar.

Vit skulu hava í huga, at talan er enn bara um eitt uppskot, sum skal samtykkjast av býráðnum. Eitt søguliga dýrt og illa frágingið uppskot. Tíðin er komin til opinleika. Góði borgarstjóri, kanst tú forklára okkum øllum, hvat tað er, sum vit hava brúkt skattapengarnar til?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fimleika­høllin verður veruleiki!
KÍ spældi seg trygt í hálvfinalurnar
Marius Ziska á Tórsfest 2026
Vikuskiftirmøtir hjá kirkjuliga missións…
Býráðsskráin 30. apríl
Virkið Vár: Verkstova um matoyðsl í Róti…
Næmingar á Matvørubreyt­ini á TSK staðið…
Klaksvíkar kommuna tekur niðurstøðuna hj…
Summar­ansing 2026
Fóðurflaki á Lambavík
Sakaris spælir á Summar Festivalinum
Vit vilja hava fimleikar­høll­ina fyrst!
Virkið Vár: Figurmáling og borðspæl fyri…
KOM TIL DYST OG VINN GÁVUKORT Á 1.000 KR
Nýggj íbúðarverkætlan á Eiði
Virkið Vár: ÍÐKA SOSIAL RUN
Tá brøðurnir Wright vildu flúgva
Flutningur er meira enn bilar: Avtakið e…
Virkið Vár: Familju­súkklutúrur við Norðs…
- Kvinnur­nar skulu hava lønarsáttmálar!
Lýsing