Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lok til kaffikopp virði 200 mió. kr.

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  13.01.2022 - 08:22 Tíðindi Vinna

Íverksetarasøgurnar kunnu vera spennandi, og viðhvørt kann ein uppfinning raka júst tað marknaðurin hevur brúk fyri. Tað kann danski Lars Bendix frá Randers sanna, eftir at hann uppfann eitt kaffilok til einnýtisíløt, sum ikki er gjørt burturúr plastikk, men úr træfibur.

Enn hevur Lars Bendix ikki so mikið sum selt eitt kaffilok, men longu nú hevur lokið fingið eitt virði áljóðandi 200 mió. Kr.

Orsøkin er einføld. Marknaðurin skríggjar eftir einum kaffiloki, sum kann brúkast ístaðin fyri vanligu plastikklokini, sum vit vanliga síggja til einnýtisíløt at drekka kaffi úr. Umframt at lokið er umhvørvisvinarligt, so er lokið eisini sniðgjørt soleiðis, at lokið liggur niðri í koppinum, og tískil kann brúkarin drekka beinleiðis av kantinum av koppinum, og ikki úr onkrum tilgjørdum, sum liggur omaná koppinum.

Fyri bert 2 mánaðum síðani, varð lokið virðismett til 65 mió. Kr., men síðani tá, hevur uppfinnarin gjørt tillagingar og betringar, ið møguligir kundar kring heimin hava verið glaðir fyri, og tískil er eftirspurningurin bert øktur. Hetta hevur gjørt, at kaffilokið nú hevur eitt virði áljóðandi 200 mió. Kr., uttan so mikið sum eitt lok er selt enn.

Lars Bendix roknar við, at fyrstu lokini koma á marknaðin í Svøríki í apríl. Harafturat hevur hann lagt seg eftir, at hóast lokið ikki kemur alment á marknaðin í øllum Danmark í apríl, so fer man at kunna keypa tað í Randers, har hann býr og tí heldur tað vera eitt sindur stuttligt at lokið kann keypast í hansara nærumhvørvi.

Íverksetin greiður eisini frá, at alt tað sum hann kann framleiða í ár, er longu avsett til kundar, og tí verður avbjóðingin at økja um framleiðsluna, so útboðið kann gerast størri.

Meiri kann lesast um íverksetan, har eisini eitt lítið filmsbrot er tøk, á leinkjuni niðanfyri:

https://www.tv2ostjylland.dk/randers/kaffelaag-var-65-millioner-vaerd-nu-er-prisen-eksploderet

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrr smíðaðu teir útróðrarbátar í Klaksv…
TSK: Full kokkaútbúgving í Føroyum
Alment tiltak um skiljing av ull
Fakfeløg­ini eru hornasteinu­rin í einum s…
Skaale, Vad og Brandenborg í Varpinum
Fyrsta heyst­skeiðið á Rótini liðugt
Samstarv norð­anfyri Hórisgøtu
Tær fýra árstíðir­nar – Vivaldi
Treysti setti dám á ársins fyrsta hálvma…
Á ferð til ferðsludagar
Almenn lýsing eftir uppskotum til limir…
Søk um mentan­arstuðul
Umhvørvisgóðkenning til oljugoymslu hjá…
Líðin og Leiti hagafund
Vágamenn økja
Framsýning, mótashow & Kafé í Rótini
Byggingin uppá 13 randar­hús byrjað
Tilboð uppá 100 búeindir komið inn Uppi…
Strammari útlendinga­lóg
Vitan um Føroyabanka løgd fram