Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eg eigi navnið Varpið og tað sleppur Klaksvíkar Kommuna ikki at brúka

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.01.2022 - 15:46 Mentan Tíðindi

So bersøgin er Símun á Høvdanum í grein á news.fo, nú Klaksvíkar kommuna boðaði frá at navni hjá nýggja mentanarhúsinum er Varpið

 

Símun skrivar:

 

Klaksvíkar Kommuna hevur ikki spurt meg um loyvið til at teir kunnu brúka navni Varpið og tað gangi eg heldur ikki við til, at teir sleppa at brúka, tí tað navnið eigi eg og tað er skrásett í mínum navni ella mínum smápartafelag Klips.

Øll mín familja hevur arbeitt á Varpinum og tí var tað sjálvsagt at vit keypti okkum navnið Varpið og skrásetti tað í okkara smápartafelag og tí eiga vit navnið Varpið og tí er tað sera frekt, at man ikki ein gang verður eftirspurdur sum ognari av navninum Varpið og tað bara verður stjólið frá einum og í einari stórari móttøku í vikuni bleiv almennakunngjørt at nýggja Mentunarhúsið í Klaksvík skuldi eita Varpið og har ein fekk 10.000,00 kr. fyri sítt uppskot til navnið Varpið, sum vit eiga.

Hetta er næstu ferð at Klaksvíkar Kommuna stjelur frá okkum, fyrstu ferð var “Kioskini hjá Hans”, har teir uttan loyvið frá mær, flutti kioskina til aftanfyri Svimjihøllina og lótu einum heimleysum manni búgva í kioskina og tá ið hesin reint út sagt hevði skitið hann til, so brendur teir býarmyndina “Kioskina hjá Hans” á Buckwaldi.

Vit fingu null krónir fyri tað beistagerðina og nú er Klaksvíkar Kommuna í ferð við at stjala navnið Varpið frá okkum og tað sleppa teir ikki við.

Klaksvíkar Kommuna má finna sær eitt nýtt navn til Mentunarhúsið í Klaksvík, tí navnið Varpið eigi eg, sjá tekningrútskrift frá Skráseting Føroyar herundir.

Símun á Høvdanum

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum