Lýsing
Lýsing
Lýsing

Asfaltsarbeiði hesa vikuna

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  25.01.2022 - 16:34 Tíðindi Vinna

Í gjár byrjaði H. J. Asfalt uppá asfaltsarbeiði. Teir hava skipað seg í tvey hold, har annað fresar, tekur ristir upp, o.a., meðan hitt leggur asfalt á aftur.

Strekkini, sum verða asfalterað, eru tvey. Eitt frá Magnstøðini og heim til Bókasavnið tvs. frá suðurendanum á Stangavegnum, Nólsoyar Pálsgøta og partur av Biskupsstøðgøtu.

Arbeiðið verður væntandi liðugt Í komandi viku, hósdagin 3. februar. Tó at tað verður fresað eina mest í niðaru síðu, verður øll vegbreytin løgd av nýggjum við asfalti.

Síðani verður fari norður á norðara helming av Stangavegnum at asflatera.

Hetta arbeiðið skuldi av røttum verið gjørt í fjør, men tá ið tað ikki eydnaðist, varð heitt á H. J. Asfalt um at byrja eitt sindur fyrr í ár, sum teir so eisini hava gjørt – Plaga ikki at byrja fyrr enn nærri mars mánaða.

Meðan arbeiðið verður framt, verður ferðslan leidd við ljósskipan og síðuvegir verða stongdir hesa løtuna.

So um ikki so langa tíð verða hesi vegastrekki hópin betri at koyra eftir.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…