Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu

SKRIVAÐ: Visit Runavík  |  25.01.2022 - 17:09 Mentan Tíðindi

Eins og áður verur mentanarvikan sjónlig í allari kommununi og hon er í døgunum 24. apríl til 1. mai 2022. Rúm er framvegis fyri onkrum tiltaki afturat tí spennandi skránni, sum Mentanarvikan í Runavíkar kommunu aftur í ár fer at bjóða.

Eins og í Mentanarvikuni 2021 eru tiltøk har sjóneykan m.a. verður sett á skrivaða orðið og føroyska málið í síni heild. Skipað verður aftur fyri skrivikapping, ið Bókasavnið við Løkin fer at kunna um í næstum.

Sum heild er talan um eina røð av størri og smærri tiltøkum, har kend listafólk og nýggir spírar seta sín dám á dagarnar. Løkshøll hevur eina góða skrá og Gula smiðjan verður eisini ein stórur partur í ár. Atgongumerki til konsertirnar í Løkshøll verða settar til sølu í næstum.  

Loksins ber til at skipa fyri tiltøkum uttan at koronatilmæli og avmarkingar eru høvuðsevnini og hetta gleðast fyrireikararnir av Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu um.  

“Korona hevur veruliga givið okkum høvuðbrýggj, tí so nógvar avmarkingar krevja hópin av kreativum loysnum í allari tilgongdini”, siga fyrireikararnir, ið nú gleða seg at til at fara til verka.

Enn er rúm fyri onkrum tiltaki afturat. Áhugað kunnu venda sær til Visit Runavík á tlf. 417060 ella skriva til visit@runavik.fo

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum