Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Petur Martin Solmunde

Ferðavinnan vitjar í Norðuroyggjum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.02.2022 - 14:01 Tíðindi Vinna

Fríggjadagin 18. februar skipar Ferðavinnufelagið í tøttum samstarvi við Visit Norðoy fyri økisvitjan í Norðoyggjum.

Ferðalagið fer við bussi úr Vinnuhúsinum fríggjadagin kl. uml. 10.00, tað verður nærri ásett seinni.

Dagurin byrjar í Klaksvík kl. 11, har tey vitjandi møtast í Biskupsstøðgarðinum, Nólsoyar Pálls húsið. Her verður ábit/morgunmatur og framløgur frá ymsum veitarum fyri økini í Norðoyggjum. 

Uml. kl. 13 verður farið ein gongutúrur í nýggja miðbýinum, frágreiðing verður um nýggja Mentanarhúsið, Biskupstorg, har greitt verður eisini frá, um ætlanirnar fyri nýggja miðbýin og mentanarhúsið annars. Síðani verður rundvísing í Føroya Bjór, har tey greiða frá ætlanum, sum tey hava fyri ferðavinnuvirksemi.

Uml. kl. 15 verður farið við bussi norð til Viðareiðis við frásøgu á túrinum norðeftir. Vit enda hjá Hotel Norð á Viðareiði, har ferðavinnuveitarar í økinum koma at vísa frá møguleikum og virkseminum sum er á hotellinum. Her verður eisini okkurt til matna frá Hotel Norð, áðrenn leiðin gongur aftur til Klaksvíkar og síðani til Havnar.

Fyrstu ferð Ferðavinnufelagið skipaði fyri eini økisvitjan var í 2018. Tá var vitjað á Sandoynni, og í 2019 var vitjað vesturi í Vágunum. Ferðavinnufelagið er farið undir hetta átak fyri at kasta ljós á ferðavinnutilboðini kring landið og at skapa karmar fyri, at økini fáa marknaðarført síni øki fyri limum í felagnum, og limafyritøkurnar somuleiðis fáa meira vitan um økið, sum kann verða við til, at tær fara at brúka økið meira í framtíðini.  

Ferðavinnufelagið vónar, at tað verður góð undirtøka fyri økisvitjanini í Norðoyggjum, og atfelagið á henda hátt framhaldandi kann verða við til at økja um kunnleikan um ferðavinnutilboðini kring landið.

Tiltakið er bert fyri limir í Ferðavinnufelagnum. Tilmelding á industry@industry.fo. í seinasta lagi mikudagin 16. februar kl. 12.00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum