Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lokalar matvørur til ferðafólk

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.02.2022 - 14:14 Mentan Vinna

Í vetur skipa Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn fyri eini fyrilestrarøð um burðardygga matgerð í ferðavinnuni. Fyrilestrarnir eru ætlaðir starvsfólki í ferðavinnuni, og endamálið er at geva veitarum íblástur til at menna fleiri burðardyggar loysnir innan matgerð.

Tiltakið Ferðavinna og føroyskar matvørur verður hósdagin 17. februar á Hotel Brandan kl. 13:00-16:30. Á skránni eru áhugaverdir fyrilestrar við m.a. norðurlendskum gestarøðarum, ið greiða frá sínum royndum og servitan at nýta rávørur úr nærumhvørvinum og fyrimunirnar hetta hevur við sær í mun til umhvørvi og góðsku. Vit fara at viðgera, hvussu ferðavinnan í Føroyum kann ganga undan í arbeiðinum at menna og gagnnýta føroyskar rávørur til gagns fyri okkum øll. Høvuðsdentur verður lagdur á tætta sambandið millum matframleiðslu og ferðavinnuna, men vit fara eisini at nema við evnið í breiðari merking innan mentan, umhvørvi og búskap.


Fyrilestrahaldarar eru:

 

-        Andreas Lindberg – Rekur svensku fyritøkuna Bondens Skafferi, bindilið millum framleiðarar, matstovur og matvøruhandlar.

-        Sunniva Mortensen – Rekur heimasíðuna Matkovin.fo, talgilt sølutorg fyri staðbundnar føroyskar matvørur.

-        Philip Hougesen - Samsøe Madsnedkeri, sum hevur bæði matstovu og vørur við denti á staðbundnum rávørum.

-        Jóhanna á Tjaldrafløtti – EMBLA tilnevnd vegna Húsarhaldsskúla Føroya í 2022.

-        Elisabeth Skarðhamar Olsen - Ph.d. lesandi, sum granskar staðbundna matbúskapin í Føroyum.

 

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding á www.atgongumerki.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum