Lýsing
Lýsing
Lýsing

TROM eitt fantastiskt føroyskt handverk

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  13.02.2022 - 01:31 Mentan Tíðindi

Vøran øll - rithøvundin føroyingur, ættaður úr Gøtu eins og handritið og tónleikurin eru skrivað í Gøtu, kulissurnar ella leiktjaldið við framúr landslagsmyndum og staðsetingum av teimum bestu úr Føroya landi.

Visit Faroe Islands og allar Føroyar hava fingið sera nógv fyri pengarnar við TROM. Filmsarbeiðið, filmingin, panorering, nærupptøkur og klipping – alt í heimsflokki ella betri, tí slík leiktjøld finnast ikki aðra staðni, og tey eru so ómetaliga væl gagnnýtt og beinrakin við sera hepnum lofts- og dronumyndum, har Føroyar rættiliga vísa sína dýrd.

Og so ikki um at tala allar karakterspælararnir, tó at tveir komu uttan úr heimi og bóru leikin væl, so spældu føroysku leikarnir sanniliga upp til sama støði. Søgan væl søgd, tó at hon er nokkso ”klassisk”.

Ein ótrúligur pakki av góðum filmshandverki, sum var væl pakkaður í føroyskt innpakkningspappír av vøkrum fjallarøðum, veganeti, sjó- og alivinnu og hepum romantiskum búsetingum, men eisini við nútíðar kontórlandsløgum.

Sum filmurin, serian ella leikurin endaði, verður lagt upp til, at hesir seks partarnir ikki eru endin av søguni. So kanska vit fáa eitt sindur meir av hesum sera hepna mentanarverki, ið lættliga kann gerast ein skilagóður vinnuvegur, við teimum hegnismonnum og -kvinnum, ið hava staðið handan leiktjøldini.

Man kundi ikki lata vera við at rætta ryggin, tá ið tað millum mongu stuðlarnar í rullirekstinum eisini stóð, at Klaksvíkar kommuna hevði stuðlað hesum vælaverki.

Stjørnur kunnu ikki virðismeta TROM-verkætlanina nóg væl – Nei, her mugu bæði sól og máni takast í brúk. Tað er nógv, sum týður uppá, at TROM longu hevur lagt heimin fyri sínar føtur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum