Borgarafundur í Mikladali 17. februar kl. 19.30
Seinastu árini hevur loypandi samskifti verið millum Klaksvíkar Kommunu, Visit Faroe Islands, Visit Kalsoy, Landsverk og Strandferðsluna um ferðsluviðurskifti, útbyggingar og ferðavinnuavbjóðingar í Kalsoynni.
Nógvar møguligar loysnir hava verið viðgjørdar, serliga viðvíkjandi ætlanini um at byggja ferðafólkahús á ferjuleguni í Syðradali. Eisini hava vinnurekandi og borgarar í Kalsoynni ætlanir um at menna ferðavinnuvirksemi og íløgur av ymiskum slag, almennar og privatar, eru uppá tal. Samstundis er neyðugt at viðgera, hvussu framtíðar flutningur til Kalsoynna skal leggjast til rættis, so hann stuðlar eini jaligari menning í Kalsoynni.
Til tess at lýsa hesar avbjóðingar og møguleikar nærri, hava vit heitt á ráðgeva um kanna viðursiftini nærri og at framleiða eina frágreiðing, ið m.a. skal lýsa:
· avbjóðingar við ferðafólkaferðsluni í Kalsoy í dag
· tørvin hjá ymisku málbólkunum (teimum fastbúgvandi, teimum vinnurekandi, teimum við tilknýti og summarhúsi, eindagsferðandi og gistandi ferðafólki).
· Hvørji átøk, serliga innan ferðslu og ferðavinnu, kunnu vera sett í verk
Endamálið er at finna fram til tey átøk, ið við minst møguligum inntriv í náttúru og bygdarlív, kunnu røkka endamálinum um eina smidliga ferðafólkaferðslu, ið skapar góðar ferðavinnumøguleikar í oynni, samstundis sum hædd verður tikið fyri ampum, ið kunnu standast av øktum virksemi.
Á fundinum verður kunnað um tilgongdina og lagt verður upp til kjak við borgararnar um neyðug átøk v.m. Høvuðsendamálið við fundinum er at fáa kalsoyingar á tal og at umrøða avbjóðingar og møguleikar í oynni. Hetta so at vit fáa so gott útgangsstøði fyri kanningini ið liggur fyri framman sum til ber.
Skrá fyri fundin:
· Klaksvíkar kommuna bjóðar væl komin
· Avvarðandi myndugleikar greiða stutt frá virksemi og framtíðarætlanum á Kalsoynni:
o Dánjal Samuelsen, SSL
o Jórun Høgnesen, Visit Norðoy
o Olivur Thomsen, Visit Kalsoy
o Jóhan Pauli Helgason, Visit Faroe Islands
o Gunn H. Møller, Gunn Ráðgeving
· Kjak og spurningar
Fundurin verður í húsunum hjá Mikladals avhaldsfelag