Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggjar bøkur í februar

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  15.02.2022 - 14:08 Mentan Myndarøð Tíðindi

Bókadeildin byrjar bókaárið 2022 við hesum bókunum: Voffurin verður bangin, Lítla kráka samlar, Tá Jóhan fekk ein lítlan kálv, Emil í Lønnibergi ger skálkabrøgd, Rustaði heimurin II – Motorhjarta og Har heimurin endar!

Ein fittlig smábarnabók, ein upprunaføroysk myndabók eftir Jenny Kjærbo, tveir Lindgren-klassikarar, annar partur í sci-fi-røð til stór børn og ein spennandi og álvarsom søga til tey, sum eru 14 ár og eldri! Les meira um bøkurnar niðanfyri. 

 

Voffurin verður bangin

Skuggar, fremmand, tora og snarljós! Onkuntíð verður voffurin bangin. Ikki vera bangin, voffur. Lítlabarnið er her.

Leslie Patricelli skrivaði og myndprýddi, og Marna Jacobsen týddi úr enskum.

Bókin er ein pappbók við 26 síðum og er til tey umleið 0-1 ára gomlu.

 

Lítla kráka samlar

Krákur samla og draga heim í reiðrið. Men henda lítla krákan fær ikki afturhald, so brátt verður næstan ikki pláss fyri henni sjálvari í reiðrinum – og als ikki pláss til vinir.

Jenny Kjærbo skrivaði og myndprýddi.

Bókin er innbundin, 26 síður og til tey umleið 2-4 ára gomlu.

 

 

Tá Jóhan fekk ein lítlan kálv

Lítli drongurin Jóhan og familja hansara hava mist sína einastu kúgv, Emblu. Jóhan hugsar um tað ræðuliga, sum er hent, tá sletan hjá áardalsbóndanum kemur fúkandi fram við á vegnum. Ikki veit Jóhan tá, at áardalsbóndin um kvøldið kemur somu leið aftur og fer at missa okkurt í veitina, okkurt, sum kanska kann linna saknin eftir Emblu.

Astrid Lindgren skrivaði, og Marit Törnqvist myndprýddi. Julia Rutt Petersen týddi úr svenskum.

Bókin er innbundin, 52 síður og til tey umleið 5-7 ára gomlu.

 

Emil í Lønnibergi ger skálkabrøgd – 2. partur

Hevur tú nakrantíð hoyrt um Emil í Lønnibergi, hann sum búði á garðinum Kattholti í Lønnibergs sókn í Smálandi? So-o ikki! Men tað skal eg siga tær, at í Lønnibergi var einki menniskja, sum ikki hevði hoyrt um kúllin hjá bónda - fólkunum á Kattholti, Emil, sum gjørdi fleiri skálka - brøgd enn dagar eru í árinum. Tá ið hann hevði gjørt okkurt skálkabragd, varð hann settur í træsmiðjuna, og har sat hann ofta og telgdi smáar træmenn. Tá ið henda bókin byrjar, hevði Emil 79 træmenn sitandi á hillini í træsmiðjuni, og tá ið bókin endar, eru teir vorðnir 125 í tali. Dugir tú at rokna út, hvussu nógv skálkabrøgd Emil hevur gjørt?

Emil í Lønnibergi ger spildurnýggj skálkabrøgd er onnur bók av trimum í røðini: Emil í Lønnibergi, Emil í Lønnibergi ger spildurnýggj skálkabrøgd, Enn livir Emil í Lønnibergi.

Astrid Lindgren skrivaði, Björn Berg myndprýddi, og Heini F. Petersen týddi úr svenskum.

Bókin er innbundin, 130 síður og til tey umleið 8-10 ára gomlu.

 

Rustaði heimurin II – Motorhjarta

Tey fýrsa systkini – Píl, Petur, Bowie og Ramona hava strítt seg ígjøgnum rusklandið Danmark. Men nú, tá tey endiliga eru komin harfrá, kenna tey nærum ikki heimin aftur, sum hann var. Børnini mugu siga bæði bottum og kensluleysum vaksum sannleikan um eina verð fulla av ruski og fake news. Tey hava tørv á øllum sínum vinum, bæði nýggjum og gomlum.

Adam O. skrivaði og myndprýddi, og Tórarinn Niclasen á Rípuni týddi úr donskum.

Bókin er heft, 162 síður og til tey umleið 11-13 ára gomlu.

 

Har heimurin endar

Hvørt summar verða Quill og vinir hansara settir út á ein fjarskotnan drang úti á havinum at taka fugl. Men hetta summarið kemur eingin út aftur eftir teimum. Sjálvandi kann tað ikki vera annað enn heimsins undirgangur, ið ger, at teir sita strandaðir – kaldir og svangir og krøkja seg í lívið á einum alráðandi og deyðiligum havi. Hvussu skulu teir yvirliva?

Geraldine McCaughrean skrivaði, og Vagnur Streymoy týddi úr enskum.

 

Bókin er heft, 350 síður og til tey, sum eru umleið 14 ár og eldri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum