Norðborg ígjøgnum Kalsoyarfjørð í gjár
Í gjár vóru vit í Mikladali til ein fund hjá Visit Kalsoy. Beint tá vit vóru niðri við Kópakonuna og hugdu at hesi helst kendastu føroysku standmyndini, kom eitt av vakrastu flaggskipum føroyinga, Norðborg norður ígjøgnum Kalsoyarfjørð.
Norðborg var farin av Klaksvík um trý tíðina og vit brúktu høvið at ringja umborð til skiparan, Jón Rasmussen at fregnast um hvar Norðborg nú var á veg.
Jón Rasmussen, skipari sigur: “Vit eru á veg til Íslands at fiska lodnu. Vit fiska við nót. Frysta lodnuna til Eystur Europa og til Japan og Asia. Nú er lodnan komin til gýtingar og vit byrjaðu at frysta til Japan tá rogn prosentið er komið upp á 14-15 prosent. Vit hava góð 2500 tons eftir av kvotuni, sum vit vóna at klára at frysta áðrenn sesongin er av. Japanar vilja hava rognaprosentið at koma upp á 23/25%, men tá byrjar lodnan at sleppa rognunum”.
Vit spurdu eisini Jón Rasmussen, hvussu nær landi teir royna. Hann sigur: “Vit eru nær landi við hvørt. Ein fjórðing úr landi er vanligt og í meðlandsbuktini vóru vit inni á 25 metra dýpi og kastaðu. Tá er stutt inn til at aldan byrjar at bróta”.
Sera nógv skip eru á leiðini har teir royna við Ísland og vanliga ganga umleið 10 dagar til teir fara inn at landa. Vit fingu eisini nakrar myndir frá Jón Rasmussen. Myndirnar vísa nakað um hvussu nær landi teir eru og at tað er hópin av skipum, ið royna eftir lodnini. Stuttligasta myndin er helst hon við reinsdjórunum. Hetta er ein mynd, sum Jón hevur fingið frá einum íslendingi, ið hevur fingið hana frá einum vinmanni, ið var á reinsdjóraveiðu. Norðborg sæst í bakgrundini til reinsdjórini.