Ferðasambandið við Kalsoynna í meira enn 100 ár
Markus i Norðnastovu greiðir frá um ferðasambandið við Kaloynna við Barsskor og Polaris og um ymiskar vandaferðir - eisini millum bygdir, so sum hann minnist, og sum tey eldru hava greitt frá.
Við støði í hópin av myndum, sum Hjalmar Waag Høgnesen, skipari á Barsskor hevur tikið verður greidd frá mongum søgum um hesar oftani vandamiklu ferðir.
Børn og eldri fólk, skuldu stundum sjórast umborð ella í land av bátinum, har veðrið ofta ikki var til vildar. sama skuldi hópin av farmi - mjólkadunkar, oljutunnur, gassfløskur, seyður og hoyggj.
Í grein í Torrablaðnum greiðir Jákup Andreasen, sum er ættaður av Trøllanesi, frá ferðasambandinum og postflutningi í 100 ár.
Niðanfyri verður greini hjá Jákup Andreasen endurgivin:
Tað eru ikki meira enn gott og væl hundrað ár síðan, at skipaður postflutningur varð tikin upp millum postavgreiðsluna í Klaksvík og til Kunoyarbygd og bygdirnar á Kalsoynni við undantaki av Trøllanesi. Í 1905 fóru Samson Joensen og Marius í Árantstovu í Uppsølum at røkja postsambandið við róðrarbáti. Tey fyrstu árini var postsamband týsdag og fríggjadag. Marius tók sær av flutninginum týsdag og Samson fríggjadag.
Ofta koyrdu postmenninir postin í land á Syðradali ella á Húsum, og fóru so til gongu til Mikladals, men um postur var til Trøllanes, varð hann lagdur í Mikladali til nesmenn at heinta. Í fyrstuni vóru tað postmenninir sjálvir, sum bóru postin út í húsini.
Í umleið 1920 fóru teir at brúka deksbát til post- og ferðafólkaflutningin. Tá hevur tað helst verið Alma, sum eisini sigldi í Eysturoynna, sum røkti flutningin. Í 1927 keypti Samson Joensen deksbátin Guttaberg at røkja flutningssambandið. Henda skipanin helt fram til í 1936, tá Samson keypti og umbygdi Leynarfoss at røkja postsambandið. Samson sjálvur gavst at sigla í 1943. Tá hevði hann verið postmaður í 38 ár, men aðrir hildu fram við siglingini.
Polaris og Barsskor
Í 1948 tók Hugo Gardar við siglingini við posti og ferðafólki í Kunoynna og Kalsoynna, og tey fyrstu árini sigldi postbáturin Polaris hesa farleiðina. Polaris helt fram at sigla til miðskeiðis í 1950-unum, tá Barsskor, sum var ein størri bátur, fór at røkja flutningin. Barsskor kom at hava stóran týdning fyri kunoyingar og kalsoyingar og røkti flutningin næstu 50 árini.
Eftir at Barsskor var farin í rutusigling, var Jákup Joensen í Gerðum skipari í nøkur ár, men í 1965 gjørdist Hjalmar Waag Høgnesen skipari. Hjalmar var versonur Hugo, og hann var skipari á Barsskor, til hann gavst fyri aldur í 1995. Í 1974 tók Strandferðslan við rutusiglingina til Kunoyar og í Kalsoynna, men Barsskor helt fram at sigla. Hann var í rutusigling til í 2005, tá ferjulegan á Syðradali varð tikin í brúk.
Tá fór Sam at sigla við bilum og ferðafólki til Syðradals á Kalsoynni. Barsskor gavst tó at sigla til tær norðaru bygdirnar í Kalsoynni í 1985, tá tað var koyrandi gjøgnum tunlarnar í oynni, og seinni í 1980-unum gavst hann eisini at sigla til Kunoyar, tá bygdin hevði fingið tunnils- og vegasamband.
Motorurin gekk fyri
Tað má sigast, at hepni var við Barsskor tey umleið 50 árini, hann sigldi sum postbátur. Miðskeiðis í 1960-unum fór motorurin á Barsskor í smildur sjálvan jólaaftan, tá hann var komin innaftur á Poll, eftir at hava verið í Kalsoynni við skipsmonnum, sum høvdu verið á Flemish Cap.
Fyrr henda sama dagin høvdu teir stjóra í nógvum brimi í teimum norðaru bygdunum í Kalsoynni, og so kann man ímynda sær, hvat kundi verið hent, um motorurin steðgaði tá. Tvær ferðir mistu teir oljuna á gearinum, tá teir lógu og stjóraðu norðuri fyri Trøllanesi, men báðu ferðirnar bakkaðu teir út frá, so ongin vandi var á ferð. Einaferð koppaði lítlibátur á veg inn móti Stígnum á Trøllanesi fullfermdur av fóðri. Men tíbetur hendi heldur ongin mannskaði ta ferðina.
Men tað ringasta óhappið við Barsskor hendi, tá hann fekk endan á lítlabáti um skrúvuna úti fyri lendingina í Mikladali, soleiðis at lítlibátur tók at søkka. Fólk vóru farin í lítlabát, men tíbetur eydnaðist tað teimum at koma umborð aftur á Barsskor, áðrenn nakar fólkaskaði hendi.
Upphøgdur
Barsskor lá við bryggju í Klaksvík í eina tíð, eftir at hann var givin at sigla í 2005, men stutt undan jólum í 2008, varð hann høgdur upp norðuri á Strond. Hjalmar Waag Høgnesen, sum sigldi sum skipari á Barsskor í 30 ár, segði, at hann græt, tá hann fekk boðini um, at Barsskor skuldi fyribeinast.
Týsdag í Smæruni kl. 16.00
Markus í Norðnastovur greiðir frá samferðslu til og frá Kalsoynni
Týsdag – hósdag kl. 16.00 – 18.00 Myndaframsýning "Samferðsla til og frá Kalsoynni"
Fríggjadag kl. 14.00 – 18.00 Myndaframsýning "Samferðsla til og frá Kalsoynni"
Myndir, sum Hjalmar Waag Høgnesen hevur tikið