Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ikki vist, at sýnið verður so gott í vikuni, sum kemur. Tað fara at vera løtur við klárum ella smáskýggjaðum lofti, og so er tað tað, um tað er um náttina, og um norðlýsi sást á luftini júst tá. Vit fáa at síggja. | Mynd: Amanda Askham

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  27.04.2025 - 18:56 Tíðindi Veðrið

Ikki nógvur vindur í vikuni, sum stendur fyri framman – undantikið einari løtu við hvøssum vindi í miðvikuni. Tað sama er við avfalli. Turt fyri tað mesta, men ælaveður onkra løtu.

Heilt hampuliga lýggj luft langt sunnaneftir, til vikuskiftið nærkast. Hitin um náttin fer niður í 6 stig, men upp í 11 stig um dagin. Tá er ikki tikin hædd fyri, hvussu ættin roynist, og um tað onkra løtu er heitari enn tað. Í vikuskiftinum verður eitt sindur kaldari.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Lot upp í frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, sól ella sólglottar, men eisini okkurt ælið. Um kvøldið minkar vindurin niður í lítið lot, minni enn 5 m/s, og ættin fer niður í útsynning og sunnan. Framvegis smáskýggjað, men bert kanska okkurt einstakt ælið í støðum. Um náttina dregur á luftina. Hitin 6 til 11 stig.

Týsdagin:

Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, minkandi niður í lot til frísk lot, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Um náttina fer ættin niður í sunnan, og tað verður samdrigið. Hitin 5 til 10 stig.

Mikudagin:

Frískt lot til frískan vind sunnan og av útsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn. Seinnapartin slítur í, tó okkurt ælið í støðum. Eitt skifti út ímóti kvøldið kanska onkur sólglotti. Um náttina veksur hann vindin upp í frískan vind ella hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s, samdrigið við regni ella ælaveðri. Hitin 5 til 10 stig.

Hósdagin:

Frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Um kvøldið og um náttina frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, samdrigið og kanska okkurt ælið. Hitin 4 til 9 stig.

Fríggjadagin:

Frískt lot upp í strúk vestan, 5 til 13 m/s, samdrigið og stundum regn ella okkurt ælið. Út á dagin fer ættin upp í útnyrðing, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Síðst á degnum dregur á luftina, men framvegis yvirhøvur turt. Hitin 4 til 9 stig.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Metstórar skatta­rætt­ingar í 2024
Føroyskir triatletar luttikið í kappingu…
Søgan um Merle Haggard (5:9)
Vinn atgongumerki til Summar­festivalin
Bústaðarmarknaðu­rin kókar og føroyingu…
Julian vitjar Norðlýsið
Integratións­lógin sett í gildi
Hvat við at spara innan kleyvarskap?
Sethúsaprísirnir halda áfram at hækka
Lions og list á ólavsøku
Føroyskir audiologopedar hava stovnað áh…
Ein dýrabar løta við mentan, mati og sam…
Kostnaðu­rin av at reka vinnu má takast í…
Nýggja stuðuls­skipanin til gransking, me…
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan
Umvæling av ambulatorii­num til skopi og…