Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðlýsið í Knúksdali saman við Sólarn Isaksen

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  28.02.2022 - 14:12 Myndarøð Tíðindi Vinna

Hósdagin 17 februar var fundur í Mikladali um millum annað samferðsluna í oynni, parkeringsøki á Trøllanesi og ymiskt annað. Tað var Visit Kalsoy, ið hevði lýst til fundar.

Vit báðir, Oliver Joensen og Hans Hjalti Skaale, annar blaðmaður á Norðlýsinum og hin býargartnari í Klaksvík gjørdu av at luttaka á fundinum.

Í Kalsoynna

Orsakað av at eg vildi hava myndir úr Kalsoynni við í leypinum aftur til hús, gjørdu vit av at fara við Sam klokkan 08.00 longu. Hetta komst av, at sambandið til oynna er so vánaligt hósdagar, at um vit valdu ein seinni túr, so komu vit næstan undir náttarmyrkur. Tað passaði illa til ætlanir okkara.

Men tú mást liva við møguleikunum tú hevur so vit valdu hendan snimma túrin yvir um Kalsoyarfjørð.

Steðgaðu í Knúksdali

Fyrsti steðgurin á túrinum bleiv Knúksdalur, har Bakkafrost húsast í tveimum hallum, har teir ala laksasmolt til aliringar, sum felagið hevur kring um í Norðoyggjum og aðrastaðni.

Trygdin er í hásæti, tá ið um aling og laksavinnuna ræður, so komnir til hurðina blivu vit steðgaðir av skilti, ið boðaði frá at “ongin atgongd var fyri ørindaleys”. Men vit báðir hildu okkum ikki vera ørindaleysar, so vit ringdu til eitt telefonnummar, sum eisini møtti okkum við hurðina.

Tað gekk bara heilt stutt, so stóð ein fryntligur og innbjóðandi Sólarn Isaksen í hurðini og bjóðaði okkum vælkomnum.

Bodnir til kaffi

Eftir at hava verið ígjøgnum ritualið hjá laksavinnuni, við at skifta skógvar, vaska hendur og spritta fyri síðani at fara í ein góðkendan kittul, vóru vit bodnir til borðs í kaffistovuni.

Hetta vóru sjálvandi kendir menn, ið hittust so vit byrjaðu við túnatosi um tað politiska og lívið í Klaksvík og á Kalsoynni.

Hesin gamli

Sólarn Isaksen sigur so, at hann ætlar, eftir 16 ár út í eitt á smoltstøðini her, at gevast nú 1. juni í ár. Eg eri 64 ára gamalur og fylli 65 í næstum, so nú ætli eg mær at fara at gera sum tú Oliver, at taka mær av løttum og gera tað eg tími. Ikki minst fari eg at taka hond í við børnunum hjá mær nú tey hava brúk fyri eini hond hjá hesum gamla, segði Sólarn við einum smíli.

16 ár hesa ferð

Jú álvara, eg byrjaði her í 97 og var so burturfrá í nøkur ár ímeðan eg arbeiddi við ferjuleguni á Syðradali. Kona mín, Fríða, er leiðari her á støðini, eftir at arbeiðið við ferjuleguni var liðugt og eg arbeiddi sum entreprenørur og hevði maskinur og lastbil, gjørdist arbeiðið her á smoltstøðini so rúgvusmikið, at hon fekk meg aftur at arbeiða her, fyrst í smáum, men tað endaði so við, at eg bleiv settur í fast starv aftur her tá, fyri umleið 16 árum síðani.

Hetta hevur verið eitt ótrúliga gott arbeiðispláss, sum eg havi verið sera væl nøgdur við. Tað hevur borið væl til at arbeitt her við Fríðu sum stjóra. Hon hevur verið leiðari á smoltstøðini í umleið 20 ár.

Av kaffistovuni gekk leiðin inn í tær báðar hallirnar.

500.000 smolt í 12 kørum

Sólarn greiður frá, at í báðum hallunum eru tilsamans 12 kør til smolt. Júst nú hava vit gott og væl 500.000 smolt í teim 12 kørunum. Vit klekja ikki rogn her á støðini, tað arbeiðið hava vit støðina í Gjógv til, so vit fáa smoltini hagani tá tey eru um 40-50 gram, vit pirka tey og síðani verða tey fostrað upp her til tey eru u 250 gram, tá tey fara út í ymsu aliringarnar í Norðoyggjum.

Føroyskt og útlendskt fóður

Fóður til hesi nógvu smoltini fáa vit av Havsbrún, men eisini frá Biomar. Orsøkin til at vit her fáa útlendskt fóður eisini er at havsbrún fremleiðir ikki til tað smæsta smoltið og eisini tí, at vit hava onga silo her og mugu tí fáa fóðuri hertil í sekkjum.

Fóðurið verður flutt her til við lastbilum, vit fáa umleið 24 plattar á 1,27 tons millum triðjahvønn og fjórðahvønn mánaða. Harafturat brúka vit kaustiksoda, til at halda PH viðið í vatninum á 7,0,  og salt at koyra í vatnið, tá smoltini eru fongd við svampi.

Brúka ikki nógv vatn

Upp á fyrispurning mín um støðin brúkar nógv vatn, sigur Sólarn, at tað ger hon ikki fyri tíðina. Vit hava framkomin biofiltur í báðum hallunum. Hetta hevur við sær at vit kunnu endurnýta vatnið í kørunum umaftur og umaftur. Tað ger eisini, at vit brúka heldur ikki so nógva orku til at hita nýtt vatn upp. Oljufýringin koyrir ikki so nógv fyri tíðina.

Avskipa í bilar og brunnbátar

Tá vit so avskipa, so koma tangabilar í Kalsoynna eins og brunnbátar liggja í ferjuleguni. Bilarnir kunnu taka umleið tvey tons av smolti hvør, so skulu vit avskipa 20 tons, so er talan um 10-12 lastir, ið skulu koyrast av støðini her og umborð á brunnbátarnar í ferjuleguni.

Egið elorkuverk

Á sera forvitnisliga túrinum hjá mær og Hans Hjalta saman við Sólarn í Knúksdali, endaðu vit túrin inni á hjartanum á smoltstøðini, her stóri dieselmotorurin stendur klárur at halda alt gangandi tað elmegin frá SEV svíkur. ferðaleiðari okkara, Sólarn, sigur, at tað ganga bert nøkur sekund frá tí at elnetið dettur niður, til dieselmotorurin hjá Bakkafrost startar upp. Hesin hevur verið okkum hollur, og hevur røkt sítt ótrúliga væl. Nú eg sitið heima og skrivið hesar reglur kann eg ikki annað enn hugsað um tað neyðuga í einum slíkum neyðstreym motori, tí júst í nátt mistu vit streymin her í Klaksvík og tað sama hendi aftur í morgun, beint áðrenn døgurða.

Farvæl og tøkk

Á elverkinum í Knúksdali søgdu vit farvæl við Sólarn og smoltstøðina. Kanska verður eitthvørt meira frá Kalsoyartúrinum seinni, hvør veit.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum