Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggj økiskort til ferðavinnuna

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  02.03.2022 - 14:52 Mentan Myndarøð Tíðindaskriv

Í 2021 framleiddi Visit Faroe Islands í tøttum samstarvi við kunningarstovurnar tvey nýggj økiskort til ferðavinnuna, eitt av Suðuroynni og eitt av Vágum. Endamálið við kortunum er at geva vitjandi eitt gott yvirlit yvir tað, sum ymsu økini hava at bjóða, og at kunna um viðkomandi viðurskifti, m.a. trygd í samband við gongutúrar.

Kortini eyðmerkja 7 útvald støð, ið eru nærri lýst við mynd og teksti á baksíðuni, umframt hentleikar og onnur áhugaverd støð, ið eru verd at vitja í økinum. Kortið eyðmerkir eisini týdningarmikil staðarnøvn og bygdagøturnar í økinum. Kortini taka støði í sama samleika sum skelti, faldarar og annað tilfar, ið Visit Faroe Islands framleiðir. Eisini gongur sama kunning aftur um m.a. rættan atburð. Yvirskipaða endamálið er at tryggja eina samanhangandi og greiða kunning til øll ferðandi, ið koma til landið. Kortini eru sostatt liður í arbeiðinum at skipa ferðavinnuna.

 

Økiskortini hóska eisini væl sum veggjaprýði. Umborð á Smyrli prýðir vakra Suðuroyggin nú veggir á dekki 5, har til ber at taka sær eitt suðuroyarkort við sær, so ferðafólk kunnu nýta tíðina umborð á Smyrli til at fyrireika seg til vitjanina í Suðuroy.

 

Í løtuni gera vit eisini kort av Eysturoynni, Sandoynni og Norðoyggjum, so skjótt vera øll øki í landinum umboðað við egnum økiskorti.

 

Kortini verða at finna á kunningarstovum, farstøðini, flogvøllinum og øðrum knútapunktum, har nógv ferðandi vitja. Til ber at ogna sær kortini við at venda sær til Visit Faroe Islands ella avvarðandi kunningarstovu.

 

Sí meiri kunning á www.menning.fo

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum