Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jóannes Bjartalíð var eyðsýndur móti Skála seinasta leygardag | Mynd: Jákup Ósá

Styrkiroyndin verður í kvøld

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.03.2022 - 10:21 Ítrottur Leiðarin

KÍ hevur lagt akkurát so sannførandi fyri, sum ein kundi vænta. Byrjanin av kappingarárinum 2022 var tann sama sum í fjør, har KÍ spældi á útivølli móti øðrum av uppflytarunum, og tað er ivasamt, hvat úrslitið kann brúkast til. Hevði føroyameistarakandidaturin vunnið minni enn 3-0 á einum uppflytara, var tað eitt vónbrot. So sigast má, at fyrsti spennandi dysturin enn er til góðar – og verður helst í kvøld, tá KÍ tekur ímóti B36.

Menn (m/k) vóru ymiskir á máli undir dystinum á Skála seinasta leygardag. Onkur helt dystin vera keðiligan, tí Skála lá afturi og vardi alla tíðina, men hinvegin, ongin hevði væntað annað. Hetta vóru uppflytarar móti føroyameistarum, og dysturin var púra forútsigiligur. KÍ kom skjótt á odda 2-0 og trillaði síðani runt við Skála, til Páll Klettskarð fyri 2. ferð køvdi ta minimalu vónina, sum mest optimistisku skálamenninir høvdu til sensatiónina.

Alt 1. umfar var topp-5 móti botn-5, so umfarið var júst, sum tey flestu høvdu tippað. Nevniliga tað í ítróttareygum “keðiliga”, at topp-5 vann á botn-5, og onki var serliga óvæntað. Hjá KÍ var Páll Klettskarð dagsins maður, har hann skeyt 2 av málunum, fyrru ferð eftir upplegg frá Jóannesi Bjartalíð og aðru ferð eftir upplegg frá Børga Petersen, ið somuleiðis var sera sjónligur undir stórsteypadystinum.

Páll Klettskarð er eisini skrásettur sum at hava lagt upp til 2. málið, ið Mads Bo Mikkelsen er noteraður fyri at hava skotið, men sum tey allarflestu av okkum sóu sum eitt sjálvmál hjá Skála, so her er ivamál um, hvat er eftirfarandi. Olaf K. Hansen skrivaði søgu fyri at debutera sum fyrsti 4. innskifti leikarin í Føroyum í bestu deildini. Mathias Rosenørn heldur tørn og er einasti málmaðurin, ið onki mál hevur fingið ímóti sær. Sum heild eitt sera sannførandi og trygt avrik hjá KÍ í einum forútsigiligum umfari.

Sí stigatalvur, máltind og upplegg hjá bæði kvinnum og monnum her.

Tað verður í 2. umfari, at bukkarnir skulu skiljast frá fárunum, og tveir innanhýsisdystir eru í topp-5; HB tekur ímóti NSÍ í Havn og KÍ ímóti B36 í Klaksvík. Hetta er samstundis fyrsti heimadysturin hjá KÍ í ár, og hann liggur eins og tann seinasti eitt leygarkvøld. Ongin ivi er í býnum um, at klaksvíkingar longu gleða seg til dystin og fyrireika seg til hann. 

Dysturin verður í kvøld, grækarismessukvøld kl. 19, so lagt er upp til eina ordans revansju av FM-dystinum 16. oktober í fjør, tá KÍ eisini eitt myrkt leygarkvøld vann meistaraheitið ímóti júst B36. KÍ má sigast at vera favorittur, men B36 má sum steypavinnari avgjørt ikki undirmetast. KÍ vann bæði 16. oktober og stórsteypadystin 27. februar við 3-1 sigri, og í báðum førum var tað eisini reelli munurin á liðunum báðum. Men tað er púra víst, at B36 møtir toppmotiverað upp og fer eftir øllum trimum stigunum.

Vónirnar til KÍ eru sera stórar, og tað skal ikki takast sum um at nakar vil leggja nakað ósunt trýst á felagið ella leikararnar. Vónirnar eru stórar, nettupp tí at tær eru realistiskar. Vit vita, at KÍ eigur tað í sær, sum skal til, fyri at avrika minst líka væl sum í fjør. KÍ hevur eitt lið, ið klárar at vinna á øllum hinum feløgunum í Føroyum. Vinnur tað so eisini á europeiskum kappingarneytum, er tað bert ein eyka bonus. Og kemur so onkur aldudalur á leiðini, so lyfta vit øll í felag felagið upp aftur á slætt.

KOYR Á, KÍ!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: NSÍ-HJK - á Djúpumýru
Góður fyrri hálvleikur hjá KÍ
Her sæst KÍ dysturin
Ægir fyrra tíman og Torkil Mørkøre seinn…
Atgongumerkjaprísu­rin einaferð enn
Dómur úr leysum lofti
Tilgongdin til svartkjaftastovnin kann m…
Upptakt: SJK-KÍ
Tryggja tær atgongumerki til KÍ - SJK
Norskar gentur funnu fløskupost frá 2013…
KÍ: Dysturin byrjar kl. 17 føroyska tíð
Samtalur, bindiklubbar og spontanir kaff…
Forvitnisligar royndarverkætla­nir á Skúl…
Havsbrún er ein sera fjøltáttað fyritøka
Líðhamar 25.000 pund á bankanum
Lands­stýris­maðu­rin vitjaði JFK
Teistin royndi rampuna vestarumegin
Fiskaklettur og Búgvin landað í dag
Evropa dystirnir undir luppin
100 fermetrar stórt KÍ flagg