Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ger tína ferðavinnufyritøku fíggjarliga burðardygga

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.03.2022 - 16:27 Tíðindi Vinna

Hóskvøldið 24. mars skipa Hugskotið og Visit Tórshavn fyri einum kveikjandi tiltaki fyri ferðavinnuveitarar.

Ferðavinnan hevur verið í einum aldudali seinastu tvey árini, men nú er heimurin aftur opin – og stundin komin at hyggja at ferðavinnuveitingunum við nýggjum eygum.


Tiltakið er fyri aktørar í ferðavinnunini – bæði tey royndu og óroyndu. Yvirskipaða evnið er, hvussu ferðavinnuveitarar við lítlum broytingum kunnu skapa stórar batar í síni fyritøku – tænastustøðið hækkar samstundis sum fyritøkan gerst fíggjarliga burðardygg.


Margrete Bak, sum hevur drúgvar royndir við íverksetan og ferðavinnu, kemur at leiða verkstovuna. Hennara fokus er á íverksataranum og fyritøkuni. Á arbeiðslívinum og inntøkuni.


Tiltakið verður á Panorama hóskvøldið 24. mars frá kl. 19 til 22. Tað er ókeypis at luttaka, men tilmelding er neyðug á torsinfo@torshavn.fo. Viðmerkið gjarna hvørjari fyritøku tit koma frá.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum