Føroyar: Nýggja altjóða ferðamálið fyri ítróttartiltøk?
Mikukvøldið 23. mars verður sjóneykan sett á, hvussu vit í Føroyum kunnu hýsa altjóða ítróttarkappingum og – tiltøkum.
Føroyar gera seg alsamt meira sjónlig á altjóða ítróttarpallinum, og at sleppa at kappast fyri Føroyar á heimavølli hevur stóran týdning – bæði fyri føroyskar íðkarar og fyri okkara tjóðarstoltleika og samleika.
Harafturat skapa ítróttarkappingar og -tiltøk virksemi hjá hotellum, matstovum, handilsvinnuni og mentanarlívi. Ofta í lágárstíð.
Hugskotið og Visit Tórshavn skipa tí fyri verkstovu fyri ítróttarsambondum og –feløgum mikukvøldið 23. mars. Finn Lyck, sum hevur drúgvar royndir frá Aarhus Events undir Aarhus kommunu, sum seinastu árini hevur verði karmur um alskyns ítróttartiltøk, er boðin til Føroya at geva okkum íblástur og góð ráð.
Hann fer á tiltakinum at greiða frá, hví Aarhus sum býur valdi at raðfesta hetta økið, og hvønn týdning tað hevur ikki bara fyri ítróttin, men eisini fyri vinnulívið og mentanarlívið í økinum. Hann hevur eisini gjørt sær nakrar tankar um, hvussu Føroyar eisini kunnu gerast eitt ferðamál fyri ítróttartiltøk og hevur nógv góð ráð við sær í viðførinum.
Tiltakið er fyri starvsfólk og limir í ítróttarsambondum og -feløgum í Føroyum. Tað verður á Panorama á Hafnia mikukvøldið 23. mars kl. 19 til 21.
Tiltakið er ókeypis, men tilmelding er neyðug. Tilmelding fer fram við at senda teldupost til torsinfo@torshavn.fo. Viðmerkið hvør kemur við og hvat ítróttarsamband ella – felag tit umboða.