Lýsing
Lýsing
Lýsing

Farstøðin á Syðradali má raðfestast

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  20.04.2022 - 15:50 Mentan Tíðindi

Síðan desember 2020 hevur ein vesivognur hjá Klaksvíkar kommunu staðið á havnalagnum á Syðradali. Hetta skuldi verða ein fyribils loysn, sum skuldi nøkta ein tørv meðan, ein farstøð bleiv bygd.

 

Soleiðis sigur Atli S. Justinussen, virkandi borgarstjóri, sum als ikki er nøgdur við gongdina í málinum, við at fáa bygt eina farstøð til eitt tað best umtókta ferðamálið í Føroyum.  

- Nú nærkast summarið og ferðafólkatalið út í Kalsoynna er longu økt sera nógv, men enn hómast ongin farstøð. Vesivognaloysnin á Syðradali er als ikki nøktandi og kann slett ikki góðtakast.

- Samskift hevur verið við Landsverk um havnalagið í Syðradali seinastu fimm árini. Í 2020 gjørdi Landsverk eina tekning, sum bæði Klaksvíkar kommuna og Visit Faroe Island tóku undir við.  

 - Metingin var, at bygningurin kom at kosta kosta 1,8 mió. kr. Visit Faroe Island, sum ger eitt stórt arbeiði við at fáa ferðafólk til Føroyar, játtaði tá eisini 500.000kr til arbeiðið.

Atli S. Justinussen sigur, at Landsverk skuldi standa fyri byggingini og møguligum viðlíkahaldi, meðan kommunan skuldi átaka sær uppgávuna at reka farstøðina á Syðradalskai.  

- Klaksvíkar býráð arbeiðir áhaldandi við at betra um umstøðurnar hjá ferðfólki, sum vitja Kalsoynna. Hetta er tó ein landsuppgáva at loysa, men sum vit avgjørt stuðla undir at fáa loyst væl, sigur Atli S. Justinussen, virkandi borgarstjóri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum