Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bill Justinussen er formaður í uttanlandsnevndini og hann veit at revsitiltøk móti Rusland eru í vanda fyri at raka framleiðsluføroyar í landnyrðingsøkinum. Tí er tað ein kroystur formaður, ið skal orðað álitið til 2. viðgerð | Mynd: Oliver Joensen

Stóri fundardagurin í Uttanlandsnevndini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.05.2022 - 07:00 Politikkur Tíðindi Vinna

Í morgun 2. mai byrjar Uttanlandsnevndin longu kl. 7:50. Og tað er ikki hissini mál, ið er til viðgerðar. Tað er nevniliga revsitiltøk ímóti Russlandi, ið eru til viðgerðar. Við hesum velja Føroyar síðu í krígnum millum Russland og Ukraina, og eftir at tað er gjørt, er ongin vegur aftur.

 

Talan er um “Løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina”, og snýr seg um at geva landsstýrismanninum í uttanríkismálum heimild at seta í verk tiltøk. Orðarætt ljóðar §1: “Landsstýrismaðurin fær við hesi løgtingslóg, sbr. §§ 3-5, heimild atáseta nærri reglur um at seta í gilditiltøk, við støði í avmarkandi tiltøkum, samtykt í millumtjóða felagsskapum, ella sum hava breiða millumtjóðaundirtøku, og sum hava til endamáls at tryggja virðing fyri fólkaræði, mannarættindum og altjóðarætti í sambandi við atgerðir, sum máa undan ella hótta sjálvræðisrættin, óheftnið og støðufestið hjá Ukraina.”

Funnist hevur verið at Landsstýrinum fyri onki at hava gjørt, ella hava gjørt ov lítið, fyri at taka frástøðu frá russisku innrásini í Ukraina, og við hesum verður so tikin endalig støða. Samtykkir Løgtingið hetta uppskotið, hava Føroyar endaliga tikið síðuna hjá Ukraina og ímóti Russlandi í krígnum teirra millum.

Føroyar eru longu blivnar hartaðar frá báðum pørtum. Bretskur tingmaður finst at Føroyum fyri meira ella minni at fasilitera framhaldandi russiskan fiskiskap við ikki at lata okkara havnir aftur fyri teimum. Og herfyri útihýsti Russland trimum føroyingum frá atgongd til Russlands, tí vit meira ella minni hava givið til kennar, at vit eru á linju við ES í hesum málinum. Føroyar eru sostatt kroystar til at velja aðra síðuna fyri ikki at verða revsaðar av báðum.

Í løtuni er ongin galdan endamálið við uppskotinum er tí at fáa heimild til at seta tiltøk í  verk  í  Føroyum “á yvirtiknum málsøkjum”, sum tað stendur, á sama hátt sum ES og onnur samsint lond hava gjørt eftir innrásina í Ukraina. 

Dagurin byrjar við viðmerkingum frá Felagnum føroyskir peningastovnar. Síðani fer allur dagurin við viðmerkingum frá ymiskum pørtum, og viðmerkingarnar eru frá Føroya Reiðarafelagi, Føroya Havbúnaðarfelagi, Føroya Arbeiðsgevarafelagi, Faroe Agency, Faroe Pelagic, Pelagos, Kommunufelagnum, Samtaki, Búskaparráðnum, Smyril Line Cargo, landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Hagstovuni og landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.

Síðani er ein stuttur steðgur á miðdegi, og seinnapartin verða viðmerkingarnar hjá fyrst løgmanni og síðani landsstýrismanninum í uttanríkismálum á skránni. Uttan iva ein stak áhugaverdur fundur, har Føroyar loksins tóna reint flagg í altjóða viðurskiftum.

Lógaruppskotið og viðmerkingarnar til lógina kunnu lesast í fullum líki á https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10068

Lýsing
Seinastu tíðindini
Løgmaður helt røðu fyri U21-hetjunum
Metstórar skatta­rætt­ingar í 2024
Føroyskir triatletar luttikið í kappingu…
Søgan um Merle Haggard (5:9)
Vinn atgongumerki til Summar­festivalin
Bústaðarmarknaðu­rin kókar og føroyingu…
Julian vitjar Norðlýsið
Integratións­lógin sett í gildi
Hvat við at spara innan kleyvarskap?
Sethúsaprísirnir halda áfram at hækka
Lions og list á ólavsøku
Føroyskir audiologopedar hava stovnað áh…
Ein dýrabar løta við mentan, mati og sam…
Kostnaðu­rin av at reka vinnu má takast í…
Nýggja stuðuls­skipanin til gransking, me…
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan