Lýsing
Lýsing
Lýsing
Spurdur um, hvat lokala vinnan í økjunum, sum tað rakar, siga til framhaldandi bummgjald, visti stjórin í Vinnuhúsinum ikki at svara kringvarpsvertinum, annað enn at "tað var ivasamt". | Mynd: kvf.fo

Hvar kom hatta frá?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.05.2022 - 09:00 Leiðarin Politikkur Vinna

Í tólvta tíma fer stjórin í Vinnuhúsinum/Arbeiðsgevarafelagnum út í fjølmiðlarnar at siga, at Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki heldur, at bummgjøldini í Norðoyatunlinum og Vágatunlunum skulu avtakast, sum lovað varð frá fyrstan tíð, og sum tað endiliga hevur eydnast at fáa ein meiriluta í Fíggjarnevndini fyri. Men hvønn umboðar Niels Winther?

 

Her í blaðnum hava vit áður skrivað um ferðina, tá Klaksvíkar Kommuna gjørdi avtalu við Smyril Line um at brúka Norðhavnina, eftir at bæði tann havnin og Norðoyatunnilin vóru liðug, og tað ikki viðraði við Molan í Havn. Millum orsakirnar til, at Smyril Line og Norrøna ikki valdu Klaksvík og valdi Kollafjørð fram um, varð tunnilsgjaldið nevnt sum ein forðing.

Flutningsfyritøkur og vinnulív annars í Klaksvík hava eisini mangan kært sína neyð alment um, hvussu tað er at verða staðsett “skeivu” megin tunnilin, tá stórir bilar skulu sendast ígjøgnum. Teir sleppa nevniliga ikki ígjøgnum fyri hasa 20-krónuna, sum kórið “røttu” megin tunnilin heldur onki hava uppá seg.

Tí standa vit spyrjandi. Hevur Niels Winther í heila tikið spurt fyritøkurnar og vinnulívið í Klaksvík, og hava tær fyritøkurnar blástemplað, at teirra fakfelagsstjóri fer út í miðlarnar og í Dag og viku umboðandi allar føroysku arbeiðsgevararnar og sigur, at Føroya Arbeiðsgevarafelag vil hava framhaldandi bummgjøld? Kanska hann hevur, men tá sjónvarpsverturin spurdi hann beinleiðis um tað, tosaði hann uttanum, so vit loyva okkum at ivast.

Heilt margháttligt gerst tað, at stjórin í Vinnuhúsinum í skrivinum til miðlarnar hartar Løgtingið, ið hevur arbeitt drúgvt og leingi við hesum málinum, fyri at “Heldur enn at gera semjur í tólvta tíma, áðrenn Løgtingið fer til hús”, tá ið hann sjálvur kemur sum ketta úr høvdatrog dagin eftir, at Fíggjarnevndin skuldi havt skrivað álit, við síni “Arbeiðsgevarar: Bummgjøldini mugu varðveitast.”-grein. Hvar hevur hann verið allar mánaðirnar og árini, politiska skipanin hevur arbeitt við hesum? Og hví kemur hann við tí nú í allarsíðstu løtu?

Í minsta lagi eigur Kringvarpið, sum bjóðaði Niels Winther í studio, nú at gera eina rundspyrju millum arbeiðsgevarar í Klaksvík og í Vágum fyri at vita eftir, um stjórin í Vinnuhúsinum veruliga hevur teir í rygginum, sum hann sigur seg hava.

Undanførslurnar við, at um Landsverk fær tunlarnar at umsita, so fella teir í órøkt, er bæði óseriøst og ein fallitterklering. Tað er skyldan hjá Landsverki at røkta vegirnar, og tað er skyldan hjá Løgtinginum at fíggja tað. Landsverksstjórin hevur í fleiri ár verið fastur gestur í Landsstýrinum og hevur har biðið um eykajáttanir til Glasir og H-bygningin í Havn, so hann veit um nakar, hvussu fígging fæst til vega. 

Og hinvegin, vísir tað seg at vera ógjørligt at fáa fígging, eisini aftaná at vit eru liðug at gjalda fyri byggigølurnar í Havn, so skal altso sigast, at vit norðoyingar eru ikki nakað serligt, ið krevur, at vit skulu fáa serbehandling, tá tað kemur til viðlíkahald av vegunum her.

Verður gjaldið bara sett til kr. 0,-, so taka vit heldur enn fegin til takkar við at fáa eitt eins vánaligt vegakervi, sum restin av landinum má liva við.

Lýsing
Seinastu tíðindini
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…
Lands­nevndin hjá SU er skipað!
Ótrúliga søgan um 10-talið
Líðhamar inni við góðum 20.000 pundum
- Ronaldo má á bonkin hjá Portugal
Klaksvíkar kommuna – helst heimsins stør…
Petur Reinert vitjar Norðlýsið
Óvissa um framtíð­ina hjá Sjónámi í Klaks…
Fráfaringarløta fyri Mariannu Skarðenni…
Summar­blaðið í gerð
Vónarljós siglur heim
Brekumboðið á ST ráðstevnu í New York
Várkonsertir­nar í Klaksvíkar Tónlistaskú…
- Uruguay er ein outside'ari
Meinhardt Joensen vitjar Norðlýsið
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið
Team Klaksvík gjørt sáttmála við málmann…
Gadus siglir heim
20 ára hátíðarhald á Listasavni­num á San…