Kalsoyarfundur á Húsum
Í gjárkvøldið hevði Visit Kalsoy aðalfund, har formaðurin, Olivur Thomsen legði fram ársfrágreiðing og roknskap felagsin. Síðani var skipað fyri val av nevnd. Olivur Thomsen og Maria Isaksen stóðu fyri vali. Maria ynskti ikki at stilla upp aftur til nevndina. Olivur varð afturvaldur og Hennebeth Kalsø, varð vald í hennara stað. Hini í nevndini eru Magni Garðalíð, Rólvur í Norðnastovu og Jóhannus Kallsgarð
Tríggir gestir vóru bodnir við á fundin, teir vóru landsstýrismaðurin í fíggjarmálum Uni Rasmussen, Karl Johansen, borgarstjóri og umboð Jógvan Thomsen, stjóri fyri Faroe Way.
Á fundinum bleiv nógv tosað um ferðaætlanina hjá Sam, bussrutuna í oynni, men eisini um fyrireikingar, sum verða gjørdar í oynni, nú roknað verður við vøksturi í vitjandi ferðafólkum.
Landsstýrismaðurin var boðin við, fyri at kunna seg um, hvat fyriferðst í oynni og ikki minst at kunna seg um tørv hjá fastbúgvandi borgarunum.
Karl Johansen, borgarstjóri kunnaði um, at kommunan fer undir eitt parkeringspláss á Trøllanesi, og at kommunan hevur leigað grótbrotið á Dalsenni frá Búnaðarstovuni og er farin í gongd at utvega ífyllugrót úr grótbrotinum, eitt nú til útstykking í Mikladali og eisini til komandi parkeringsplássið á Trøllanesi. Ætlanin er eisini, at grótbrotið á Dalsenni skal kunna goyma grús og sand til nýtslu í oynni umframt ífyllugrót.
Jógvan Thomsen frá Faroe Way greiddi frá, at felagið hevði í hyggju at koyra bússar frá felagnum í oynna at flyta ferðafólk av Syðradali og hartil, sum tey ynsktu at ferðast í oynni, tosað var um, at bussurin ella bussarnir hjá Faroe Way møguliga fóru at koyra ímillum bygdirnar í oynni, eisini ímillum túrarnar hjá Sam. Ætlanin hjá felagnum er, at fastbrúgvandi fólkið skal kunna ferðast frítt við bussunum í meðan gjald skuldi krevjast frá ferðafólki.
Landsstýrismaðurin fekk ymiskt við at hugsað um eftir fundin. Ímillum annað var sagt, at tað liggur á ljóði at Sam skal hava eina stórt klassaeftirlit nú ferðavinnutíðin byrjar. Tosað var eisini um at hava eina ferðaætlan fyri alt árið, ikki sum nú, eina um summarið og eina um veturin. Sterkt bleiv undirstrikað at ferðaætlanin týsdagar og hósdagar eisini skal broytast og harafturat var ein kvøldartúrur leygardagar og sunnudagar eisini á lofti, so landsstýrismaðurin fekk nakað at hugsa um.
Umleið 30 fólk møttu á fundinum.