Føroyar í miðjuni, tá tað kemur til matsjálvbjargni
Áland er mest matsjálvbjargið, Bornholm minst. Tað vísir nýggj norðurlendsk kanning, ið hevur kannað hesi viðurskiftini. Føroyar leggja seg í miðjuna.
Kanningin hevur hugt at matsjálvbjargni í fimm oyggjasamfeløgum í Norðurlondum. Tað er gjørt við at hyggja at, hvussu stórur partur av tí mati, ið verður forbrúktur í oyggjasamfelagnum, eisini er framleiddur har. Áland, ið er klárt á odda, hevur fjølbroytta eginframleiðslu av mjólk, osti, eplum, fiski, grønmenti og fleiri vørum við korni í. Ísland er á øðrum plássi, síðani koma Føroyar, Grønland, og niðast er Bornholm.
Hví er matsjálvbjargni umráðandi? Søguliga hevur tað verið fyri at samfeløgini ikki skulu vera bundin at øðrum, nakað sum er ein fyrimunur, um oyggjasamfelagið eitt nú verður avskorið frá øðrum londum í longri tíð vegna til dømis kríggj. Øvuta argumentið er búskaparligt; fíggjarliga eru heilt góð argument fyri at hava púra opin mørk. Men í hesi kanningini er serliga fokuserað upp á burðardyggleika.
Størstu forðingarnar fyri matsjálvbjargni í hesum fimm oyggjarsamfeløgunum er kappingin frá bíligum innfluttum matvørum, eins og tað at lokalt framleiddi maturin ofta ikki er framleiddur til heimamarknaðin.
So matsjálvbjargin eru tey fimm kannaðu norðurlendsku oyggjasamfeløgini:
Áland: 59 %
Ísland: 53 %
Føroyar: 22 %
Grønland: 17 %
Bornholm: 6 %
Kelda: Norden.org