Lýsing
Lýsing
Lýsing
Áki í Skemmuni, fyriskipari av Atlantic Fair, á einum av básunum. | Mynd: Egin mynd.

Atlantic Fair: Klárt í góðari tíð

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.05.2022 - 17:26 Tíðindi Vinna

Norðlýsið hevur tosað við Áka í Skemmuni, fyriskipara av Atlantic Fair, nú bert ein vika er, til risastóra sjóvinnumessan letur upp í Klaksvík.

- “Vit eru so at siga lidnir við at byggja allar básarnar”, sigur Áki, og leggur afturat, at “og framsýnarar eru eisini byrjaðir at koma inn við tilfari at seta upp, so tað sær heilt gott út”. Áki í Skemmuni fegnast um, at teir eru slopnir inn í hallirnar so tíðliga, tí tað hevur havt við sær, at ongin panikkur ella stress er í, og teir hava kunnað tikið tað róligt.

Stóra messan verður ikki einans í KÍ-Høllini og Badmintonhøllini, men eisini uttandura. 12 av framsýnarunum ætlaðu alla tíðina at vera uttandura, men fyriskipararnir hava eisini mugað givið nøkrum av luttakarunum, ið ætlaðu at hava innandurabás, út um. Hetta er vegna plásstrot og tann stóra gravgangin, ið hevur verið eftir at vera við á messuni.

Atlantic Fair vendir sær fyrst og fremst til kundar, eisini framtíðarkundar, hjá framsýnarunum. Hesir eru spentir uppá at síggja bæði verandi og nýggj viðskiftafólk, sigur Áki. Í stóran mun eru framsýnararnir veitarar til sjóvinnuna, og tað, teir sýna fram, er vanliga tað nýggjasta innan sína vinnu og sína fyritøku.

 

Áki í Skemmuni stendur har inngongdin og innskrivingin av gestum verður.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Valkafé í Skálanum – øll eru vælkomin
9 norð­oy­ingar stilla upp til Fólka­tingið
Rættvís skatta­skipan – eisini fyri føroy…
Íløgur í samferðslu eru íløgur í framtíð…
Nei fíggjar­lógin er ikki komin á beint
Økja um útboðið av bústøðum
Realpolitikkur fram um signal­politikk
Fíggjar­lógin er komin á beint
Hví skulu øll integrer­ast?
Fólka­flokku­rin: Valkafé í Skálanum
Vel Fólka­flokkin – eisini á Fólkating!
Klaksvíkar kommuna áleggur ikki meir ska…
Nú er stundin at savnast um eina sterka…
JAF kundi tað sama verið ein heilt annar…
Aksel og Beinir samdir um tjóðarsemjuna
Realpolitikkur fram um signal­politikk
Nýggj veljara­kanning letur Sjálvstýri sl…
Magn: Nýggir oljutangar á Grótrætt fyri…
Skatta­reglur fyri arbeiðs­fólk uttanlands
Ríkisfelagsskapurin