Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jón Purkhús, alileiðari, Oddvald Olsen, alileiðari og Viggo Johannesen, sølustjóri hjá KJ

Bakkafrost keypir tvær nýggjar tvíkiljur frá KJ

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.05.2022 - 12:38 Tíðindi Vinna

Mánadagin 9. mai skrivaðu KJ og Bakkafrost undir sáttmála uppá nýbygging av tveimum tvíkiljum. Hetta eru tvíkiljur nummar 34 og 35, sum Bakkafrost letur byggja hjá KJ.

 

Ein teirra verður 20 metrar long og níggju metrar breið, meðan hin verður 16 metrar long og átta metrar breið.

Tvíkiljurnar verða sera væl útgjørdar við Palfinger kranum, Iveco motorum og ljósmotorum. Báðar tvíkiljurnar hava alla nútímans nautiska útgerð.

Størra tvíkiljan hevur tveir kranar: ein 90 tons metur og ein 33 tons metur. Eisini hevur hon tveir ljósmotorar og tvær síðuskrúvur.
Minna tvíkiljan hevur ein 65 tons metur krana. Báðar tvíkiljurnar hava 20 tons spøl á dekkinum, og væl útgjørdar við deksútgerð annars.

- Vit fegnast um at Bakkafrost enn einaferð velur KJ sum veitara. Hetta eru nýbygningar nummar 63 og 64 í røðini, ið KJ letur byggja, sigur Viggo Johannesen, sølustjóri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…