Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kunningaarstovan flutt í Biskupstorg

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  16.05.2022 - 16:38 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í dag var lítil samkoma við Biskupstorg í samband við at Norðoya Kunningarstova flutti úr Kjølbrohandlinum á Biskupsstøð oman í Biskupstorg.

Vit hava fingið fatur á røðuni sum forkvinnan í Mentanarnevnd býráðsins, Jóhanna Christiansen helt í tí sambandi. Niðanfyri er røða hennara:

 

Góðu tit øll í vara av Visit Norðoy 

 

Hjartaliga til lukku við nyggju hølunum

Eg fari ikki at halda nakra røðu, men bert siga nøkur fáa orð

Leingi er tað, ið væl skal vera, er eitt orðatak, sum vit nokk øll kenna.

Vit mugu nokk vera fleiri, sum hava bíðað eftir hesum degnum. Nú er hann her, og hetta var vert at bíða eftir

Tað er ordiliga gott, at tit hava fingið so góð og snotilig hølir. Tað fegnast vit um.

Tit eru okkara andlit úteftir, bæði her á klettunum og uttanlanda. Tit eru gestamóttøka her í býnum, men umboð fyri allar Norðoyggjar. Tit eru eisini okkara miðil til borgarar og vitjandi í samband við tiltøk, sum hava almennan áhugað, og tey eru ikki fá.  

Tykkara fremsta uppgáva er at menna ferðavinnuna í Norðoyggjum og er tað Klaksvíkar kommuna, sum saman við hinum kommununum, stuðlar tykkum fíggjarliga í hesum arbeiðinum. Vit eru sera glað fyri, at tit nú hava fingið góðar umstøður og vónandi gerast enn meira sjónlig í býarmyndini.

Tað er nógv hent innan ferðavinnuna tey seinastu árini. Eisini er nógv hent hjá tykkum. Frá at vera staðsett í kjallaranum í býráðshúsinum, sum eitt lítið ”bijob”, síðan heim í Isenkram og nú eru tit her.

Eg minnist, tá ið tit fluttu í Isenkram at tosa var um, hvørt tað var neyðugt at hava eitt heilt hús til kunningarstovu, um tad ikki var ”overkill”, tí so nógv ferðafólk komu ikki til Norðoyggjar, men tað er nokk ongin ivi í dag, at tað var tað rætta at gera.

Tað er løgið at hugsa sær, at tað fyri so stuttari tíð síðan var sjálvsamt og spennandi at síggja eina krabbagággu.  

Minnist mangan, at vit tóku tey upp í bilin , tá ið tey tumlaðu. Tað eru fá, sum gera tað í dag.  

Í dag eru stór ferðaløg  og nógvir einstaklingar, ið vitja okkara oyggjar og bý. Ein gerandiskostur, og kasta tey munandi meira av sær til til okkara økið og hava vit í dag nógv góð tilboð at vísa á. Tað er takka tykkara stóra arbeiðið, sum tit saman við kreativum og dugnaligum borgarum í Noroyggjum standa á odda fyri.

At tit hava og koma at hava nógv at gera í framtiðini er ongin ivi um. At menna okkara ferðavinnu hevur verið strævið og drúgt, men ber nú frukt.

Tað er mín vón, at vit í felag kunnu vera við til at gera Norðoyggjar enn sjónligari og ikki minst til at menna Norðoyggjar til eitt enn betur ferðamál. Vit skulu arbeiða okkum fram ímóti einum ferðamáli, sum er í fremstu røð, bæði hja okkum føroyingum og útlendingum

Fari at ynskja tykkum hepna hond og guds signing

 

Takk fyri

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum