Lýsing
Lýsing
Lýsing

Røða Karl Johansens borgarstjóra

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  16.05.2022 - 19:01 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tá Norðoya Kunningarstova flutti í nýggj hølir á Biskupstorgi, flutti Karl Johansen, borgarstjori fram hesa røðuna:

Góðu starvsfólk og góðu tit í nevndini í Visit Norðoy

Eg vil byrja við at bjóða tykkum vælkomin oman á Biskupstorg. Tykkara nýggja heimstað.

Vit eru fleiri, sum hava glett okkum til hendan dagin. Ikki minst tit, sum dagliga starvast í Visit Norðoy.

Ferðin hevur verið drúgv, men nú tit eru komin uppá pláss, so haldi eg, at tað er hóskandi at siga:

Leingi er tað, ið væl skal vera!

Tit fáa í dag nýggjar og góðar umstøður at virka í, og tit gerast ein partur av fjølbroytta felagsskapinum, sum myndar handilsvirksemið á Biskupstorgi.

Staðsetingin er mítt í hjartanum av miðbýnum og verður tað vónandi til gagns fyri bæði tey sum virka her og tey sum vitja.

Vit skulu ikki so øðiliga nógv ár aftur í tíð, tá ið vit settu sokallaðar “krabbagággur” í samband við eina kunningarstovu.

“Krabbagággur” vóru serliga klødd og vóru eyðsýnd í býarmyndini. Soleiðis er tað ikki í dag.

Eg haldi vit øll eru farin at líkjast krabbagággum meira og meira

Tey flestu av okkum eiga ein vindjakka, einar fjallaskógvar og ein góðan ryggsekk.

Tað er eisini blivið meira vanligt, at føroyingar støkka inn á gólvið í eini kunningarstovu og spyrja um ráð, tá ið ein útferð skal skipast.

Ferðafólkatalið økist aftur og tilboðini gerast eisini fleiri og meira fjølbroytt. Tað er gleðiligt.  

Tað vísur seg eisini, at bæði útlendingar og føroyingar gera brúk av hesum tilboðum.

Tí síggi eg eisini fyri mær, nú tá dyrnar eru opnar ímóti torginum og ímóti høvuðsvegnum, at tað gerast natúrligt hjá bæði útlendingum og føroyingum at vitja og søkja sær íblástur frá vinaligu starvsfólkunum her í Visit Norðoy.

Ofta verður tikið til, at har ein hurð læsist, fer onnur hurð upp.

Nógv minnið og gott samstarv við Norðoya Heimavirkið og Klaksvíkar bókasavn hevur myndað tíðarskeiðið í gomlu hølunum og eiga øll eina tøkk fyri tað.

Klaksvíkar bókasavn fær í næstum fleiri fermetrar at húsast í, og tað verður gjørt við at sambinda bókasavnið við hølini, har Norðoya kunningarstova hevur húsast. Endamálið við hesum er m.a. at skapa eitt nýtt spennandi innandura umhvørvi, sum serliga er ætlað okkara smæstu borgarum.

Góðu tit øll

Til seinast vil eg ynskja tykkum blíðan byr. Eg vóni at tit koma at trívast væl her og at tit natúrliga gerast ein partur av virkseminum, sum er í økinum og at tit áhaldandi kunnu virka fyri tykkara høvuðsendamáli, sum er at veita ferðandi góða kunning og ráðgeving. 

Takk fyri.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum