Lýsing
Lýsing
Lýsing

Beistagerðin 2022

SKRIVAÐ: Hergeir Nielsen  |  27.05.2022 - 12:46 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Sterkar afturhaldskreftir tóku seg upp, tá ið vit fingu Smyril (Molsin) í 1975, og Teistan frá 1980. Komu teir ikki tá, var oyggin langt síðan útblødd.

Tá fullveldissamgongan tók skap, orðaðu vit eitt lyftið um at dagføra Suðuroyarsiglingina. Einir fimm seks sokallaðir suðuroyartingmenn høvdu tá sitið í samgongu 1995-98, men eingin teirra tók hetta álvarsmál upp á tungu.

 

Hendan góða várdagin í 1998, tá ið samgonguskjalið var komið undir land, tóku vit tríggir, Høgni Hoydal og Annfinn Kallsberg ein stuttan fund. Eftir eini løtu høvdu vit funnið eina orðing, har kjølurin til dagsins Smyril varð strektur.

 

Verksmiðjur, sum hava funnið tað rættað produktið, seta tað næsta á skinnarar dagin eftir at tað seinasta er sjósett. Men - hvat hendir her?

 

Teir, sum kempaðu við lív og sál ímóti hesum framstigum, erpaðu sær tá av einum skræddaraseymaðum skipi um fjørðin.

 

Hvar er tað?  

 

Skiftandi landsstýrismenn úr A-B-C-flokkunum hava sitið við joystykkinum í hondini øll hesi mongu ár og EINKI gjørt. Stava 0,0. Ikki so frægt sum eina billettskipan hava teir loyst úr lagdi, men støðugt trýst trivnaðin umborð niður um nullpunktið.

 

Cafeterian steingir á hálvara leið, og hevur tú eina varmafløsku ella matpakka hjá tær verður tú hóttur við skansa og skafotti.

 

Skalt tú á wc, skalt tú vera “small”  og fara eftir reyv í neyðsynjarørindum. Alt við vælsignilsi frá skiftandi landsstýrismonnum.

 

Og lat okkum so bara minnast til, at løgd eru tún av gøtum sløttum undir firðir og sund á teimum leiðum, har eina frægast stóð til frammanundan.

 

Tað er olympiskt vrøvl, at tað ikki finst eitt frægari skip á marknaðinum enn ein íslendsk ferja í hálvari stødd, nú Smyril fer í dokk.

 

Í 1980 slitu teir eina samgongu, tí at tað almenna IKKI skuldi fáast við farmasigling. Hetta skuldi vera á privatum hondum.

 

1980’arirnir  hava nú uttan størri hóvasták snarað 180 stig á politisku kumpassini, tað veri seg á uttanríkispolitiska heimildarlagnum og í heimliga dunnugarðinum.

 

Nú milliarda stór havnaløg prýða, ella misprýða, alt miðstaðarøkið, úr Glyvursnesi norð um Kunoyarnes, so skal stórsti parturin av uppisjóvar- og alifiskinum trokast umborð á almenna Smyril, sum siglir við ferðafólki millum Kramba- og Bursatanga.

 

Í Suðuroy eru tvær djúphavnir, og 5 min er millum risastóru havnaløgini í miðstaðarøkinum, og kortini troka teir politiskt viðvendu allan farm umborð á almenna Smyril.

 

Dokksetingin av Smyrli 2022 skal sjálvandi gerast, men handfaringin kann ikki flokkast sum annað enn ein beistagerð móti 10% av føroyingum.

 

Hon er so púrasta óneyðug, og hon fer at fáa katastrofalar fylgjur fyri fólk og vinnu sunnanfyri.

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Verður hetta nú ein farin sjón?
Veðrið í februar 2026
Harðskapu­rin mótvegis okkara børnum skal…
Løgtingsvalið 2026
KVF: Ongir sjónvarpaðir valfundir kring…
Sjey stilla upp til fólka­tingsvalið fyri…
Ongin ognarskattur í stevnuni hjá Sjálvs…
Øll hava rætt til virðiliga pensjón
Sálarfrøðin og Løgtings­fólk
Politikarar­nir eru forðingin fyri lægri…
Frá Klaksvíkar Handverkara­felag
Eg stilli upp
Tobbi greinar politisku støðuna
Norðlýsið í RÚV
Barnakekk á 20.000 kr. – skattafrítt!
Norskur prædiku­maður vitjar Elim í Sølda…
Veðrið í vikuni
KÍ var sannfør­andi í Sørvági
Eg eri klárur til valstríð og havi eina…
Nevndin í Klaksvíkar Sjónleikara­felag he…