Lýsing
Lýsing
Lýsing

Miðnáttarrøðan - Pál Weihe

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  28.05.2022 - 19:50 Mentan Tíðindi

Professari og granskari á Fróðskaparsetur Føroya - leiðari, á Fólkaheilsuráðnum, heldur Miðnáttarrøðuna

Pál Weihe, sum er útbúgvin lækni, hevur í meir enn 30 ár verið leiðari á deldini fyri Arbeiðs- og Almennheilsu á Sjúkrahúsverki Føroya.

Í sambandi við, at Pál Weihe í 2015 varð settur sum adjungeraður professari á Megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi á Fróðskaparsetrinum, helt hann ein fyrilestur við heitinum “Betur fyrivarin ...”

Helst kenna vit eina best Pál við hesum eyðkenninum: “At vera fyrivarin”. Hvussu ansa vit eftir hesum og hasum? Hvønn dag í tvey ár at kalla og uppí fleiri ferðir um dagin hittu og hoyrdur vit hann í Kringvarpinum ella á skíggjanum, sáttliga greiða frá, um hvussu man best ansaði eftir ikki at fáa koronu.

Pál hevur sloppið undarliga væl frá at hava “forkomið” ymsum stevnum og samkomum, sum hildið vórðu betri ógjørdar, vegna korunu. Men tað hevur hann dugað og kunnað við sínum hóvliga og siðiliga lyndi – har eisini góðar grundgevingar hava ligið aftanfyri.

Dagin fyri Norðoyastevnan skuldi fara av bakkastokki í fjør við rúgvusmiklari skrá, ringið Pál og boðar frá, at betri er, ikki at hava Norðoyastevnuna vegna sóttina. Vit lótu okkum siga, og so var friður.

So ikki er gott at vita, um Pál fer at biðja um fyrigeving fyri hesa gerð, at taka gleðina frá okkum – aftur at hava eina “vanliga” Norðoyastevnu, eftir at hon var munandi skerd árið fyri - í 2020?

Tó at Pál er bæði garnskari, professari og lækni, so dugur hann hóast sína fakligheit, at vera áhugaverdur og stuttligur at lurta eftir. Hann dugir væl at siga frá og seta annars stirvnar støður í eitt lætt og eisini skemtiligt ljós.

Vit hava heilt víst okkurt áhugavert og hugaligt at taka til okkum við miðnáttarrøðuna leygarkvøldið á Norðoyastevnu, tá ið Pál Weihe heldur røðu. Umráðani er at lurta við opnum sinni.

Leygarkvøldið 28. mai

Kl. 24.00         Midnáttarsamkoma í Vágstúni.

                       Kyndlagonga kemur í Vágstún

                       Pál Weihe, professari og granskari heldur røðu.

 

Kl. 22.30             Í Vágstúni

                           Live-tónleikur á pallinum í Vágstúni

                          Herborg Torkilsdóttir syngur og spælir

 

Kl. 23.00             Í Vágstúni

Felagssangur við góðum undirspæli frá Fuglafjarðar Harmonikufelag

 

Kl. 23.30             Í Vágstúni – á stóra pallinum

Klaksvíkar Hornorkestur spælir horntónleik

                          á stóra pallinum í Vágstúni

 

Kl. 24.00              Midnáttarsamkoma - Í Vágstúni.

                            Kyndlagonga kemur í Vágstún

                             Pál Weihe, professari og granskari heldur røðu.

                             Eftir midnáttarrøðuna verður stórt fýrverkarí sent upp

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jól og góðveður
Klaksvík­ingur er mannaður til 2026
Jóla­heilsan frá Stjørnuni og Polarhav
Fyrstu ábendingar um KÍ-hópin í 2026
Ísurin er ordiliga góður
- Nógv er framt, og annað spennandi sten…
Grønari og bíligari orka til øll
Bylgju Cup 2025
Børnini tosaðu við Stubba
Jobmatch gevur ítøkilig úrslit
Ein vøkur siðvenja – 75 ár á baki
Evangeliskt sangmøti í Hermon í Norðdepl…
Jóla­heilsan frá Stril Herkules
Bragd á opnum havi: Bjargaðu 41 flóttafó…
Skrokku­rin til frystitrolaran til Varðan…
Ringið til Jóla­mannin jólaaftan
Frá okkum til tykkum
Takk fyri jóla­heilsan frá Sigrid Dalsgar…
Bogi: - Føroyar selja fyri 1. mia krónur…
Jóla­heilsan frá Wind Keeper