Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ung í arbeiði í Klaksvík

SKRIVAÐ: Hallgerð Akurstein  |  31.05.2022 - 22:30 Tíðindi

Nú summarið nærkast bjóða fleiri kommunur Ung í arbeiði verkætlanir, har ung hava møguleika at vinna sær nakað av peningi.

Seinastu árini er Ung í arbeiði konseptið hjá Klaksvíkar kommunu broytt nakað í mun til siðbundnu Ung í arbeiði verkætlanirnar kring landið. Í Klaksvíkar kommunu fáa ung millum 15-16 ára bjóðað størv í arbeiðsplássunum í býnum. Hetta kann vera í framleiðsluvinnuni, handilsvinnuni ella aðrastaðni.

Jógvan Kallsgarð er settur sum nýggjur samskipari av Ung í arbeiði hjá Klaksvíkar kommunu. Hann byrjaði í starvinum fyrst í mai. Sum samskipari setir Jógvan Kallsgarð seg í samband við starvspláss, og hesi siga so hvørjar hóskandi uppgávur tey hava til ung starvsfólk.

Saman avtala samskiparin og starvsplássið, hvussu nógvar tímar talan er um, og hvat tíðarskeiðið er. Starvspláss kunnu sjálvandi eisini venda sær til samskiparan, um tey hava pláss fyri ungum starvsfólki hjá teimum.

Endamálið við Ung í arbeiði leistinum er, at hin ungi fær roynt seg á arbeiðsmarknaðinum. Tey koma í samband við vinnulívið, fáa eina læring og fáa roynt, um tey nú tíma tað, sum tey hildu. Afturat hesum hevur Klaksvíkar kommuna eisini tørv á, at ymsar viðlíkahlds- og fríðkanar verkætlanir verða framdar, og har er aldursbólkurin á ungum, sum kunnu melda til, 15-18 ár.

Ung í arbeiði verkætlanin hjá Klaksvíkar kommunu hevur tvær ymsar skipanir. Onnur er hendan, sum verður í summarfrítíðini, meðan hin er eftir skúlatíð aftaná summarfrítíðina. Tá kunnu ung hava smá størv eftir skúlatíð í handlum og virkjum í Klaksvík. Og Ung í arbeiði virkar sum millumlið millum ung og arbeiðspláss.

Mikukvøldið, 15. juni kemur Ung í arbeiði at hava eitt tiltak á Finastøðini í Klaksvík fyri ung og foreldur, har kunnað verður um skipanina, og møguleikar, rættindi og skyldur sum arbeiðsfólk.

Meir kann lesast um Ung í arbeiði á hesi leinkjuni:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum