Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein fiskitúrur í Botnisku Víkini

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Oliver Joensen.  |  09.06.2022 - 22:41 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Vit tríggir, Ásmundur Joensen, Hans Hjalti Skaale og undirritaði, hava í skjótt eitt mannaminni verið ymsastaðni á sílaveiðu. Afturat tí, at vit hava verið nógvastaðni í Føroyum, hava vit eisini verið fleiri túrar í Íslandi og Hetlandi.

Fyri umleið tveimum árum síðani, kom hugskotið, um at fara ein túr til Svøríkis, ella nærri til Nordbotten, sum er innasti parturin av Botnisku Víkini og norðasti parturin av Svøríki, at vitja vinmann okkar Kristian Fríðrik Olsen og konu hansara Lisbeth, ið hava búð har nú í nøkur ár. Flestu tilkomnir klaksvíkingar munnu helst minnast svensku konu Kristians, Lisbeth, ið búði í Klaksvík í 30 ár og arbeiddi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Ætlan okkara var, at vit skuldu fáa kunning frá teimum, um hetta økið, sum er norðasti endi av Svøríki og sum samstundis er sera forvitnisligt í nógvar mátar.

Tá vit settu okkum í samband við tey bæði, gjørdist skjótt greitt, at tey vildu hjálpa við kunning. Tó ikki bara tað, tey buðu okkum eisini, at vit kundu búgva hjá teimum. Tey búgva í einum summarhúsøki eitt sindur uttan fyri býin Luleå. Tey bjóðaðu okkum eina smáttu, sum tey áttu á økinum har sethús teirra standa.  Hetta var ikki hissini tilboð at fáa, og sjálvandi tóku vit av.

Í gjár mikudagin 8. juni, fóru vit so við Atlanti Airways til Keypmannahavn. Hagani til Arlanda lufthavnina í Svøríki við SAS og síðani víðari úr Arlanda til floghavnina í Luleå, har tey bæði Kristian Fríðrik og Lisbeth tóku ímóti.

Nú er seint hóskvøld. Í gjár fingu vit eina ógoymandi móttøku av okkara vertum, ikki nokk við at tey borðreiddu fyri okkum, tí tey brúktu eisini dagin við at vísa okkum runt í økinum. Vit hava leigað okkum egnan bil, so ein uppgáva hjá Kristiani var at vísa okkum eitt sindur runt í Luleå, og harafturat eisini stóru Luleánna, sum rennur ígjøgnum býin. Harafturat fóru vit til Hertsøtrask, vatnið, har vit í dag skuldu luttaka í eini hugnaligari fiskikapping.

Í morgun snimma fóru vit so av húsum. Fyrst at finna ein handil við fiskiamboðum, har vit keyptu ymiskt, men mest fingu meira kunning um fiskimøguleikar í økinum. Síðani í Kunningarstovuna, har vit eisini fingu nógv at vita um ymisku fiskasløgini ið frítíðarfiskarar royna eftir her. Umframt laks og síl, fiska teir eisini geddu, áburru og onnur fiskasløg her, eitt nú bleikju.

Síðani gjørdu vit av at fara til Luleánna at royna okkara fiskievni. Sigast má, at tað gekk sum tað vanliga gongur í Føroyum. Eitt síl kom, tað fekk Ásmundur, tað var eitt sjósíl, ið var 50 cm langt.

Lisbeth hevði bjóðað okkum til døgurða klokkan 16.30, soleiðis at vit kundu vera klárir til fiskikappingina, sum byrjaði klokkan 18.00.

Vit tóku tað sum eina uppliving at luttaka. Tað kostaði 100 svenskar krónur pr høvd, og tók tríggjar tímar. Tað var kommunan her, ið skipaði fyri og kappast varð um stórsta fiskin. Ein kapping fyri geddu ein fyri alabogasíl. eisini var skipað fyri kaffisølu og sølu frá grillini. Fyri okkum var hetta eitt gevandi kvøld, har vit fingu gott prát og góða kunning. Lítið var fiskað og hóast vit høvdu Kristian við í okkara parti, so fekk bert Hans Hjalti eina lítla áburru, so onki steyp til føroyingarnar á hesum sinni. Men vit lata frætta frá okkum seinni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið