Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vildmarkscamp og Råneåen

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  14.06.2022 - 13:18 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Leygardagin valdu vit at fara til eitt vatn, har eitt skipað frítíðarpláss var, ið sviar kalla Vildmarkscamp.

Hetta skuldi taka okkum ein góðan tíma at koyra, men vit koyrdu skeivt og endaðu fyrst úti í ongamannalandi. Hetta vatnið lá inni í økinum, har samar halda reinsdjór, og tey hittu vit á koyrivegnum til vatnið.

Ná, men eftir koyring og leiting komu vit rætt fram eftir góðan hálvan annan tíma. Her leigaðu vit okkum hvør sína jollu, ið vit kundu rógva við sum vit vildu. Pedellurin á økinum segði okkum hvar best var at fiska og segði at hvørt loyvið kostaði 200 svenskar krónur fyri 24 tímar.

Tað valdu vit at taka við og løgdu til árarnar, sjálvandi tvørtur um vatnið, so langt vit kundu koma.

Eisini hetta var ein ótrúlig uppliving. Veðrið var av tí allar besta, so vit mundu rógva runt á vatninum og fiska ymsastaðni í einar seks tímar.

Men sum við fiskiskapinum hjá okkum á túrinum, so gjørdi hetta ikki hol í sjógvin. Ásmundur fekk tvær bleikjur, tað var fáningurin.

Sunnudagin hildu vit dagin heilagan. Vit fóru í Kirkju saman við Kristian Fríðrik, tað byrjaði dagurin við. Síðani fóru vit til Gamlastad. Sum er ein gamalur kirkjubýur. Kring kirkjuna vóru bygdar einar 500 smáttur, har tilreisandi fólkið búleikaðist tvær ferðir um árið, tá tey skuldu møta til kirkjugongd, á jólum og um páskini. Her skuldi millum annað skattur og onnur viðurskifti avgreiðast til kirkjuna og tað almenna tá í tíðini. Talan er um tíðina um ár 1600.

Mánadagin vóru vit so í ánna Råneå.

Áin er um 200 kilometrar long og er tann einasta av størru skógaráunum, ið enn ikki er løgd undir elframleiðslu. Við svenskari lóg er hon friðað fyri eitt hvørt elátak.

Sum allastaðni har vit hava verið, halda vit økini vera ótrúliga vøkur. Rånáin er sum hinar stóru áirnar vit hava verið á, sum eitt hav so stórar. Vit hava ikki verið uppi har, har áirnar hava meira heimligar støddir, tí til tað skulu vit koyra einar 200 til 300 kilometrar fram við teimum.

Her í Råneánni í gjár, bragdaði, eg fekk seks aborrur, Hans Hjalti tríggjar aborrur og tríggjar stórar geddur og Ásmundur eina aborru og eina geddu.

Annars hava vit tikið eitt sindur av hond í her hjá Kristian Fríðriki. Bátabrúgvin hjá honum hevði fingið skaðað av ísinum og kavanum á víkini í vetur, soleiðis at parturin, ið førdi inn á land av bátabrúnni var dottin saman. Tað fingu vit hjálpt uppá at fáa aftur upp á pláss. Báturin hjá Kristiani Fríðriki hevur verið til árligt eftirlit og vit hildu eisini í, tá hann var settur á sjógv í dag. Í gjárkvøldið hugdu vit eftir dystinum ímillum Noreg og Svøríki.

Nú er ætlanin at fara ein túr út á Botnisku víkina at royna fiskieydnuna har.

Livst so spyrst frá tí seinni.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rajani vildi flyta Bjarnason, men Løgmað…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Barna­familjur­nar sleppa undan ansingargj…
Video: Todi greiddi frá um KÍ í 1991 og…
- STÁSTÍÐ setur fokus á alt tað góða vit…
Takkarkvøða til Arnhold Vegghamar
Hesi hava vunnið ársins bestu hjá Bláu B…
HJARNAR: Nøkur eyka setur tøk leygardagi…
Tjóðveldi kann vinna norð­urøkið aftur
Krafta er sett í verðina at kappast um o…
- Man kann ikki venja seg lættan, góður…
Stanley og bókin í Føroya­húsinum
Lív Maria Róadóttir Jæger vitjar á Bókad…
Kirkjukór við plátu og fløgu
Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldu…
Fráfaringarløta fyri Bettu
Todi á heimavølli
Ungdómsting fyri 10. ferð
Bøgøta verður einvegis
HJARNAR: Serligar heiðursfløskur