Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Gløgt er gestsins eyga! Ella er tað?

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  15.06.2022 - 23:34 Bloggur Politikkur

 

Um vit taka fyrrverandi amerikansku umboðskvinnuna í Danmark, Carlu Sands, sum dømi, so er tað mangt, ið bendir á, at eyga gestsins ikki altíð er so gløgt. Í Danmark var hon heldur ikki kend fyri at vera serliga gløgg – men sum læru- og ørindasveinur hjá Donald Trump hevði hon helst vant seg við at toyggja sannleikan og at nýta lygnina sum vápn!

Hon veit óivað betur enn at tað bara er fátækadømi, sum fær danir at saðla hjólhestin. Ráðharrar í donsku stjórnini, sum fáa ókeypis ministarabil við bilførara, velja kortini stundum at súkkla til arbeiðis, tí tað er gott fyri heilsuna og fyri umhvørvið. Tað sama gera danskir stjórar m/k á hægsta stigi eisni. Fyrrverandi amerikanski forsetin livir av lygnini, og tað noyðast lærusveinarnir hjá honum helst eisini, annars fáa tey sekkin!

Men fyri tað um gestaeyga hjá Sands, sendikvinnu, ikki tykist serliga gløgt, so er tað neyvan galdandi fyri øll eygu, ið skoða úr frástøðu. Vit, sum bara vitja føroyska dunnuhylin av og á, og lesa tíðindini á skýggjanum, kunnu kanska stundum hava eina meining um støðuna í Føroyum, ið er eitt sindur ørvísi enn meininganar hjá teimum innføddu?

Eitt nú um Suðuroyarleiðina og um Smyril. Tað er hugmóð av grovasta slag at halda at ein kann loyva sær at røkja ferða- og farmasambandið til 4.500 fólk við einum skipi uttan nakað tiltakssskip!!! Tað er ikki bara hugmóð, men eisini fávitska á hægsta stigi. Sjálvandi skuldi eitt varaskip verið tøkt alla tíðina, í staðin fyri árliga sirkusið at leiga ovurdýr og meira ella minni óhóskandi skip sum sum avloysaraskip.

Hví forerdi løgtingið Teistan burtur fyri lítið og lætt, í staðin fyri at dagført hann og havt hann tøkan alla tíðina? Tað hevði verið munandi bíligari og tryggari! Suðuroyingar hava sjálvir ábyrgdina av at støðan er, sum hon er, saman við táverandi Løgtinginum. Tað er hugmóð og fávitska á hægsta stigi, at halda at tað ber til at røkja eina so tíðandi farleið uttan eitt støðugt tiltaksskip! Tað er ”held” og ikki skil, ið ger, at Suðuroyggin ikki knappliga hevur ligið uttan samband í vikuvís, orsakað av onkrum mishappi við Smyrli! So sigur gestsins eyga!

-

Gestsins eyga hevur eisini bitið merki í, at hvørja ferð eitt NATO-skip nærkast føroyska landgrunninum, so fær tað mikla umrøðu í fjølmiðlunum, og tey vinstrahallu og loysingarfólkini ristast i brókunum, tí tey síggja fyri sær at russisku kanónirnar verða vendar beinleiðis móti Føroyum við langtberandi rakettum.

Samstundis liggur ein hópur av stórum russiskum skipum við kai um allar Føroyar. Hevur nakar spurt, hvat tey innast inni vilja her? Í einum einaræði er tað kanska ikki nakar munur á einum herskipi, einum fiskiskipi ella einum farmaskipi!

Tey, sum ræðast NATO-skipini, kundu kanska eisini ímyndað sær, at russisku skipini eru full av lurtitólum! Og kanska eisini skotvápnum og hervognum niðast í lastini. Um skipini, ið liggja á Kollafirði, hava fjalda útgerð í lastini – skotvápn og flutningstól og herfólk - so hevði tað neyvan tikið teimum meira enn 30 minuttir at hersett Føroyar. Fyrst Kringvarpið, so miðfyrisitingina og síðani Vága Floghavn. Føroyingar hava onga útgerð til at gera mótstøðu við – Føroyar eru prísgivnar!

Eg sigi ikki at tað er so. Men er tað loyvt at illgita um ætlanirnar hjá NATO, má tað eisini vera loyva at illgita um ætlanirnar hjá russum! So sigur gestsins eyga!

-

At enda verður gestsins eyga vátt um allar teir norðoyingarnar, ið hava ráð til at keypa bil fyri fýra hundrað túsund krónur, fylla hálvtrýss/trýss litrar í tangan, men sum ikki kunnu finna seinastu tjúgu krónurnar til tunnilsgjaldið til ein havnar- ella flogvallaatúr. Um hesar reglurnar vóru skrivaðar við penni og blekki, so hevði alt arkið verið ein stórur klattur av mínum mødigu tárum!

Hesi fólkini eru so solidarisk, at tey vilja hava at dímuningar, skúvoyingar, mykinesfólk og fugloyingar eisini skuldu gjalda fyri viðlíkahaldið av teirri slitagu, blóðfátæku bilførararnir í Norðuroyggjum fremja á koyribreytina og útgerðina á leiðini millum Borðoynna og Eysturoynna. Gott í tykkum sælsignaðu – vónandi fara tit ikki svong í song í kvøld!

Kanska skuldu vit skipað fyri einari landsumfatandi innsavnan í kirkjum, samkomum, barrum og dansihølum, spælistøðum og ítróttarhallum, fyri at hesi neyðardýsini skulu sleppa undir Leirvíksfjørð? Tá tey nú hava ofrað fleiri hundrað túsund uppá eitt akfar, og túsund krónur uppá ein tanga, so er tað bæði synd og skomm, at tey ikki eiga tær seinastu tjúgu krónurnar, so tey sleppa undir fjørðin!

Gløgt er gestsins eyga! Ella er tað?

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund