Lýsing
Lýsing
Lýsing

Turið F. Arge verður nýggjur forstjóri í BankNordik

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.06.2022 - 11:16 Tíðindaskriv Vinna

Nevndin í BankNordik boðar í dag frá, at Turið F. Arge tekur við sum nýggjur forstjóri eftir Árna Ellefsen, og at Heini Thomsen verður nýggjur stjóri í samtakinum. Árni Ellefsen heldur fram sum forstjóri, væntandi til eftir kunngerðina av ársroknskapinum fyri 2022.

 

Tá ið Árni Ellefsen í apríl segði seg úr starvi sum forstjóri í BankNordik, fór nevndin undir eina tilgongd at seta nýggja stjórn. Í dag er bankin fegin um at kunngera, at nýggja stjórnin í samtakinum frá 1. juli 2022 verður mannað av Árna Ellefsen, forstjóra, Turið F. Arge, stjóra, og Heina Thomsen, stjóra.

Til tess at tryggja, at týðandi vitan verður varðveitt í samtakinum, og at BankNordik framhaldandi kann rekast víðari á hollum grundarlagi, heldur Árni Ellefsen fram sum forstjóri í eitt tíðarskeið, áðrenn Turið F. Arge tekur við sum forstjóri.

Turið F. Arge hevur starvast í BankNordik síðan 2007 og hevur havt eina røð av ymiskum leiðslustørvum. Hon er útbúgvin cand.merc.aud., hevur eina Executive MBA og hevur seinastu árini røkt starvið sum rakstrarstjóri í samtakinum. Síðan 2015 hevur Turið verið partur av samtaksleiðsluni og ein drívmegi handan góðu gongdina hjá samtakinum.

Heini Thomsen er stautsaut. grannskoðari og hevur seinastu árini starvast hjá grannskoðanarfyritøkuni Januar, haðani hann hevur hollar royndir við grannskoðan at børsskrásettum fyritøkum og fíggjarfyritøkum. Harumframt hevur Heini drúgvar leiðsluroyndir úr grannskoðanarvinnuni.

Bankin fer nú undir tilgongdina at fáa til vega neyðugu sonevndu fit and proper-góðkenningarnar frá Fíggjareftirlitinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum